Fáfongd og feigð

Jørgen-Frantz 100 ár. »Heldur fátækur alt lívið, men føroyingur, enn altráan at vinna sær óføroyskan frama« Jørgen-Frantz Jacobsen

 

Jógvan Isaksen

Í minningarrøðu í Keypmannahavn, áðrenn kistan við Jørgen-Frantz Jacobsen varð send heim, segði Christian Matras, at Jørgen-Frantz eina tíð kendi ?lívsstarv sítt at vera í politikki, í tí at greiða ta fløkju, sum søgan og heimføðisligir politikarar høvdu vavt viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum inní?. Men sjúkan gjørdi, at hann mátti geva hesa vón yvir, og hóast Jørgen-Frantz royndi at vera blaðmaður burturav á Politiken, so mátti hann eisini halda uppat her. Eitt verk hevði hann kortini fingið á skaftið, Danmark og Færøerne 1927, sum var ætlað at vísa danskarum, at vit vóru eitt fólk og tískil høvdu rætt at skipa fyri viðurskiftum hjá okkum sjálvum. Um evnini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen á hesum øki sigur Christian Matras: ?Við einum sætta sansi, sum eg veit ongan annan føroying hava átt, dugdi hann seta fram føroyskar spurningar, so danir hertaðu eftir.? Kanska hevur tað verið honum ein stuðul, at hann var, sum hann sjálvur rópti tað, ?ein tjóðskaparlig hermafrodit«.

Ætlanin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen var longu frá ungum árum at gerast politikari og søgufrøðingur, og hann hevði serstakar gávur á báðum økjum, men tá ið alt hetta var fallið niðurfyri, kom hann at vera tað sum vinmenninir minst væntaðu ? skald. Teir hildu hann vera alt ov vitbornan til at framleiða skapandi list, í staðin kundi hann gerast kritikari ella vísindamaður. Teir mettu hann ov subjektivan á tí bókmentaliga økinum. William Heinesen sigur, at tað er sjúkan sum ger, at Jørgen-Frantz sleppur blaðmannayrkinum. Stóran part av tíðini var hann seingjarliggjandi, og tí gjørdist fiktiónin meiri sjálvsøgd. Kortini sigur William seg vera blivnan líka bilsnan sum Christian Matras, tá ið hann frættir, at vinmaðurin ætlar sær undir eina skaldsøgu. Men bæði hann og Christian Matras royna at stuðla, tí teir skilja á lagnum, at Jørgen-Frantz kennir seg ótryggan í hesum samanhangi.


Brævaskiftið

William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaðu sínámillum frá 1918 og líka til Jørgen-Frantz doyði í 1938. William Heinesen nevnir í úrvalinum Dýrmæta lív (Det dyrebare liv 1958), at rúgvan av brøvum frá skyldmanninum er einar 1500 tættskrivaðar kvartsíður. Hetta er tað sama sum einar fimm-seks miðal skaldsøgur!

Evnini eru mong, men fyrstu ferð Jørgen-Frantz Jacobsen nevnir, at hann umhugsar at fara undir eitt skaldaverk er í brævi frá 10.- 11. dec. 1933. Hann hevur verið saman við Otto Gelsted, og hesin hevur biðið hann lova sær, at fara í holt við skaldsøguna longu í morgin. Men Jørgen-Frantz er í iva: ?Skal eg skriva ta bókina? Tað er ikki so lættført. Eg havi hvørki hegnislag ella skapandi hugflog til at birta í eina søgugongd. Mítt hugflog er lýriskt, ikki episkt ella dramatiskt. Tað er lítið fyri hjá mær at klamsa saman nakrar náttúrulýsingar. Men tað er ikki tað.?

Hann sigur eisini frá, at fyrsta kveikingin kom av ?vetrarhásum másum á Peblingesøen. Eg hugsaði mær bókina at byrja ein summarmorgun kl.3-4 úti á Reyni við másagólan. Víst er tað kortini ikki, minni enn so, at eg fari undir skaldsøguna nú. Kanska er meira skil í fyrst at skriva ein doktaradisputáts.?

Tað stendur honum nevniliga í boði fyri góða løn at skriva søguna hjá monopolhandlinum í Grønlandi, men - sum William Heinesen greiðir frá - er hetta einastu ferð, at Jørgen-Frantz nevnir sína uppgávu. Tankarnir hjá honum vóru heilt aðrastaðni. Nevniliga hjá henni sum gjørdist fyrimyndin til Barbaru í skaldsøguni.


Estrid

Á sumri 1921 vitjaðu systrarnar Marie og Estrid saman við mammuni Thoru Føroyar. Thora var abbadóttir gamla Restorff og fyri ein part uppvaksin í Havnini. Mamma William Heinesen var eisini av Restorff-ættini, og sostatt vóru William og gestirnir slekt. Ta tíðina William Heinesen hevði gingið á handilsskúla í Keypmannahavn, hevði hann eisini fleiri ferðir hitt móður og døtur. Og nú gleddu bæði William og Jørgen-Frantz seg ómetaliga at taka sær av teimum næstan javnaldrandi systrunum - Marie var fødd í 1902 og Estrid í 1904. Tær vóru nevniliga vakrar - serliga Marie - og sjarmerandi - serliga Estrid - og hartil rættar verðinsdamur, sum høvdu sæð fittan part av heiminum. William Heinesen fortelur í brævi frá apríl 1977 til Estrid Bannister Good - soleiðis æt hon seinni - at hann sjálvur sveimaði eitt sindur fyri systrunum báðum, men at tað ikki bleiv til meiri enn tað sama. Hvat viðvíkti Jørgen-Frantz var søgan ein onnur: ?...ja, at hann hitti teg gjørdist hartil fatalt, og hansara veikleiki fyri tær ein stak týdningarmikil partur av hansara lívs innihaldi - sum skjótt øll verðin veit.?

Fyri fyrst var kortini einki at gera, tí Estrid var trúlovað einum enskum handilsmanni, sum hon stutt eftir giftist, og hjúnini búsettust í fjareystri. Men í 1928 er hon fráskild og aftur í Danmark. Jørgen-Frantz roynir at liggja framvið, men hennara hugur stendur til sterkar og múgvandi menn, hóast hon fegin vil vera vinur Jørgen-Frantz. Í 1934 hevur hann fingið eina íbúð í Klampenborg, og hon hjálpir honum at innrætta hana. Dreymurin hjá honum er, at tey saman skulu búgva í íbúðini, men aftur kemur sjúkan tvørt fyri. Jørgen-Frantz verður innlagdur á Vejlefjord Sanatorium, og Estrid vitjar hann í 12 dagar og roynir at stuðla, har hon kann. Hann skal vera liggjandi eina drúgva tíð og tískil tekur Estrid yvir íbúðina í Klampenborg.

Men meðan Jørgen-Frantz Jacobsen fær viðgerð á Vejlefjord, finnur Estrid sær sjálvari lík ein nýggjan mann. Í sambandi við eina kanning ger Jørgen-Frantz eina stutta ferð til Keypmannahavn, og hann støkkur eisini inn á gólvið hjá Estrid, at vita hvussu stendur til. Har stendur væl til. Nýggi maðurin er fluttur inn í íbúðina í Klampenborg, og Jørgen-Frantz skundar sær aftur til Vejlefjord. Sambært William Heinesen angrar Estrid og fer aftan á Jørgen-Frantz til Vejlefjord, har hon í tríggjar dagar roynir at ugga hann.

Í brævi til vinmannin frá heystinum 1934 sigur Jørgen-Frantz Jacobsen seg vera greiðan yvir, at einki er at gera: ?31. aug. kom Barbara [soleiðis verður Estrid nevnd í brøvunum hjá vinmonnunum] yvir higar at greiða frá støðuni, og í gjár fór hon avstað aftur. Tað vikast ikki, at nú eigur annar maður hana, eg hevði frammanundan tikið av sum beyðst, eg havi jú ongan rætt at krevja hjá henni.? Sama brævið endar: ?Ætlanin eg áður havi havt um at skriva eina skaldsøgu um Beintu í søgnini fekk aftan á tað sum her fór fram eina skúgvan framá?.


Skaldsøgan

Jørgen-Frantz Jacobsen gjørdi fleiri ferðir vart við, at tað var honum blanka ómøguligt at skriva um persónar og hendingar uttan at brúka fyrimyndir. Kjarnin í skaldsøguni er hansara egna samband við Estrid ? ?Ein góð transaktión hevur hon verið, sum hevur givið nógvan poetiskan umsetning? ? men ikki fyrr enn við karminum frá søgnini um Beintu og Peder Arrheboe fær hann hald á bygnaðinum. Um lutfalli millum skaldsøgu og søgn sigur William Heinesen: ?Annars er ónýtt at seta báðar Barbarurnar, veruleikans frá tjúgu og tríati árunum og hana í søguni, hvørja upp móti aðrari - tað ber ikki til at skilja tær sundur, kvinnumyndin í søguni er í hvørjum bragdi tikin úr veruleikanum.?

Skaldsøgan Barbara er um ta tvífaldu prestaeinkjuna Barbaru, sum giftist einum triðja presti, Poul Aggersøe, ið av pietistunum er sendur til Føroya at veita prestastættini ábøtur. Men eftir eina tíð sleppir Barbara prestinum upp á fjall og fer í staðin at halda saman við einum ungum búskaparfrøðingi, sum í sínum lagi svíkur Barbaru. Barbara er tann frælsi Eros, har eingin tvídráttur er ímillum tað andliga og likamið, men bara at liva tann erotiska partin er ikki nóg mikið sum frá líður, og vandin fyri tómgongd er stórur. Ikki fyrr enn hon hittir búskaparfrøðingin, sum eisini hevur beinleiðis samband við tað erotiska, uttan at hetta kortini er alt hansara, vil Barbara meiri, men nú stendur hon andlit til andlit við tað loftfima lyndið. Hon sleppur loksins at royna sítt egna medisin.

Skaldsøgan er á tremur av erotikki, men Barbara er, hóast kropslig, meira symbol enn menniskja. Hon umboðar tað broytiliga lív, har gávumildni skiftir við vónbrot, har hop skiftir við mishop, har partur av lyndiseyðkenninum er, at tú einki kanst rokna út.


Millum upplýsingartíð og pietismu

Skaldsøgan Barbara er feld rættiliga neyvt inn í søgnina um Beintu og Peder Arrheboe, men við tí avgerandi frávikinum, at søgnin fer fram fyrst í 1700-talinum, meðan leikpallur í skaldsøguni er settur umleið 1760. Vit skulu minnast til, at høvundurin var søgumaður og tí stak nærlagdur øllum tílíkum viðvíkjandi. Hví flytur hann so søgugongdina eini 50 ár?

Grundin er ivaleyst hon, at hann vil væl og virðiliga inn í Upplýsingartíðina, ið fevnir frá umleið 1700 til fronsku kollveltingina í 1789. Hann vil inn til Rousseau og kanska fyrst og fremst Voltaire. Ludvig Holberg er eisini ein partur av myndini, somuleiðis pietisman, sum í fyrsta lagi ger seg galdandi í Danmark í 1730'unum. Tann fyrri parturin av øldini kann sostatt ikki brúkast, men tað kann umleið 1760, har høvi verður at seta ta týsk-donsku pietismuna upp ímóti tí fronsku upplýsingartíðini og bæði hesi upp ímóti tí ?føroyska? Kingo.

Upplýsingartíðin, tíðin har skil og vit ráða, har tú ikki bláoygdur gloypir líkum og ólíkum, og har tú krevur frælsi at trúgva, tosa og hugsa sum tær hóvar, var ein fyrimyndin hjá Jørgen-Frantz Jacobsen: ?Allan musikk úr hini frálíku 18. øld, sum í senn dyrkaði vit, dugnaskap og vakurleika, og sum aldi av sær nakrar av bestu filosofunum, yrkjaran Goethe og teir ítastu komponistarnar, kenni eg meg í samljóð við.?

Men William Heinesen vísir eisini á, at vinmaðurin hevði eina romantiska lind og endurgevur hetta brot úr brævi frá mars 1926, sum sigur frá einum fundi á Davidsens vínstovu, har Otto Gelsted ?gav eina lyndismetan av mær, sum gjørdi meg ovfarnan: hann segði seg hava rakt við, at eg hóast mínar humanistisku rationalistisku og turrvitugu hugsjónir í míni innastu sál var ein stórromantikari, og styrki mín júst komst av hesi, sum hann segði so frálíka væl javnvigaðu dualismu. Tað sum um ráddi var at eingin av hesum evnapørtum, fyrst og fremst tann romantiski, ikki tók at vikna. Aftan á hetta havi eg verið stórbilsin av Gelsteds gløgga viti.?

Men hví árini ímillum 1756 og 1763? Hví ikki 1750? Ella 1770? Svarið er mestur: Candide. Tann stutta skaldsøgan hjá Voltaire kom út í 1759, og endasetningurin: ?Il faut cultiver notre jardin? - á føroyskum: »Men nú er at fara til verka í urtagarðinum« - er meinlíkur hugleiðingunum hjá tí gløgga sorinskrivaranum: ?at eitt lítið verk avrikað á jørðini er betri enn tíggju fagnaðarróp á himni?. Vanvirðingin hjá Candide av tí metafysiska og virðingin fyri tí jarðbundna er fullkomiliga í tráð við fatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen.

Viðvent í holuni?

Tað er sostatt hampiliga greitt, hví søgugongdin er flutt 50 ár í mun til søgnina, men haraftrat verður mótsetningurin millum skil og kenslur speglaður í hvussu leikur fer. Og ikki altíð skilinum til heiðurs.

Sæð í mun til ta skilbundnu tilverufatanina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen - krav um galliskan greidleika o.s.fr. - vildu vit hildið, at búskaparfrøðingurin er hansara maður. Men sum tað púra greitt sæst av teimum tilburðum, har hann er uppií, so er hann latur og roynir at smoyggja sær undan har til ber. Hann er soleiðis ikki nóg dámligur at spæla leiklutin sum tann úrvaldi. Afturfyri er tað eingin ivi um, at Barbara - hon, sum umboðar kenslurnar ið verða feldar av køldum viti - er lýst, so at lesarin fær tokka til hana. At síggja til er viðvent í holuni: høvundurin fær lesaran at halda við kenslunum ímóti viti og skili. Og orðini hjá Gelsted renna okkum í hug.

Hvat prestinum viðvíkur so er hann og hansara pietisma - hóast blanka útvortis - fulkomiliga burturvið í hesum høpi. Harra Pál er ein bloyta, pietisman óbrúkilig, meðan kirkjan og Kingo harafturímóti eru ein ómissandi partur av føroyskari mentan. Í einum av sínum seinastu brøvum til William Heinesen skrivar Jørgen-Frantz: ?Við hesum vóni eg í stóran mun at hava fingið skil á harra Pál sum ein í veruleikanum sansalig, ærusjúk, men fáfongd barokkmenniskja?. Harra Pál, umboðið hjá pietismuni í Føroyum, er ikki sjálvur pietistur.

Lesarin fær so líðandi varhugan av, at skaldsøgan ikki er vorðin akkurát soleiðis, sum av fyrstan tíð ætlað. Teir sum umboða skynsemi eru, tá ið søgan er av, ikki líka lýtaleysir sum frammanundan. Teir hava laðað sær ein kyniskan verjugarð, so at teir ikki verða fløktir upp í tað veruliga lívið. Johan Hendrik Heyde gjøgnumskoðar í stóran mun samanhangin, men hann vil heldur - kortini ikki órørdur - krógva seg handan bøkur og speisemi. Rationalisma uttan kenslur er minst líka ótespiligt sum tað at lata kenslurnar valda í øllum. Eingin av høvuðsleikarunum í skaldsøguni tykist at finna hesa javnvágina.

Hugburðurin mótvegis tilverufatanini hjá persónunum í Barbaru, avdúkingin av teirra sjálvsfatan, hevur týðuligan íblástur frá La Rochefoucauld (1613-80), ið var ein fyritreytin fyri upplýsingartíðini. Hann var háaðaligur og tískil krígsmaður, men gjørdist sum frá leið í staðin tann skeptiski eygleiðarin av lívi og levnað, og hansara »Maximes« snúgva seg í høvuðsheitum um avmarkingarnar hjá mannabørnunum. Tá ið vit halda nakað ella gera so ella so, er tað altíð við støði í sjálvsøkni. Handan allar rósverdar eginleikar húsast altíð sjálvgóðskan.

Ideologisk rák

Barbara er ein brennidepil av ideologiskum rákum. Í skaldsøguni hittast barokkur, pietisma og upplýsing. Haraftrat føroyskt og danskt. Skaldsøgan er skrivað frá 1934 til 1938, sum jú eisini er eitt skeið, har ideologiir bresta saman. Nazistarnir eru stemmaðir til valdið í Týsklandi, Sovjet og Komintern gera teirra, og tankar um føroyskt sjálvstýri prutla undir lokinum, m.a. hjá Jørgen-Frantzi sjálvum. Og í mentanarradikalum umhvørvum ger Freud-hugsan vart við seg.

Tey brøv - ella partar av brøvum - sum eru prentað í Dýrmæta lív nerta ikki ofta við politisk viðurskiftir í Europa, tó at vit vita, at politikkur hevði Jørgen-Frantz' stóra áhuga. Endamálið við »Dýrmæta lív« er eitt annað: tað er at lýsa menniskjað Jørgen-Frantz Jacobsen og at varpa ljós yvir skapanarsøguna hjá Barbaru. Men í einum brævi skrivað á Hotel Kongen af Danmark 20. mars 1936 sigur hann frá, hvussu glaður hann er fyri hvønn einasta dag, honum unnist og leggur so aftrat:

?So er tað undarligt at hugsa sær, at Europa í hesum døgum kanska er ikki meira enn eina hársbreidd frá kríggi og tí fullgjørda ørskapi og sjálvmorði, sum kanska eisini fer at gera ta ljómandi fjølstreingjaðu heildina Keypmannahavn til ein ófatiligan hurlivasa og eitt helviti?.

Sjálvt um Jørgen-Frantz Jacobsen vegna heilsubrek og drúgvar sjúkralegur varð skúgvaður eitt sindur til viks í tí samfelagsliga orðaskiftinum, so var hann ein gløggur eygleiðari og hartil stríðshugaður. William Heinesen fortelur, at hann ofta hevur hoyrt fólk umrøða hann sum ?ein vanskiligur harri?. Tað er tí lítil ivi um, at tey politisku og samfelagsligu viðurskiftini í samtíðini speglast í skaldsøguni.

Bara skræðan er donsk

Barbara er skrivað í einum stak livandi máli, sum serliga á teimum fyrstu síðunum er litað av føroyskum. Hetta er ivaleyst eitt ekkó av tí upprunaligu ætlanini at lata skaldsøguna vera merkta av gøtudonskum, eini ætlan, sum vinmenn fingu høvundin frá. Í brævi frá august 1937 til Christian Matras sigur Jørgen-Frantz Jacobsen, at orðaskiftini eru hugsaði á føroyskum, at tað bara er skræðan, sum er donsk. Og hann leggur aftrat, at hann hevur funnið sær ?eina organiska uppgávu í at fortelja útlendingum um Føroyar, og eg vóni, at eg á tann hátt tæni mínum landi eftir førimuni.?

Hóast sjúkan var Jørgen-Frantzi ein egyptalands plága, og útlitini vóru alt annað enn góð, so var tað ikki honum líkt at gremja seg. Hann vildi vera við, at tað var ættarbregði ikki at duga at øsa seg upp av stórum vanlukkum. Hann legði somuleiðis dent á, at tað nettupp var spenni millum góðar og ringar upplivingar, ið gjørdi lívið stórt: ?Mínar størstu stundir hava verið, tá ið neistarnir sprungu millum sorg og gleði. Og deyðin er í royndum bakgrundin fyri lívsins geniala relieffi.?

Tá ið Christian Matras helt sína minningarrøðu, var Barbara ikki komin út, og hóast Christian ávegis hevði lisið tann nógva partin, so vóru tað kortini kapittul hann ikki hevði sæð. Við tí í huga eru tey hátíðarligu orðini um ?tað ikki rættiliga lidna verk? nærum profetisk: ?Henda bók og brøv hans til vinir frá síðstu tíðini eru so grípandi skjøl, at Føroyar og Føroyingar altíð fara at takka lagnuni fyri, at hon gav okkum so nógv í lívi hans og virki.?