SÍ ? ÍF 0 ? 3 (21-25, 20-25, 13-25)
Flogbóltur, menn
Landskappingin hjá monnunum verður helst ein av teimum mest spennandi í nógv ár. 4 lið liggja væl fyri í kappingini: Mjølnir, ÍF, Fram og Fleyr. Bara SÍ letur til ikki at kunna fylgja við.
Hjá ÍF liggur serliga væl fyri. Liðið tapti fyrsta dystin í landskappingini, men síðan tá er vent í holuni. Jugoslavin Boban hevur fullkomiliga broytt hugburðin hjá spælarunum, og liðið spælir góðan flogbólt. Hjá ÍF hevur styrkin altíð verið, at menn stríðast sera nógv, og fáa nógvar bóltar upp aftur úr gólvinum. Í ár er álopsspælið eisini sera gott, tí Boban er óførur at smasha, og Bartal Eliasen spælir sum ongantíð fyrr. Liðið er nú væl samanspælt, og spælið er fjølbroytt.
SÍ væl við
Dystin ímóti SÍ skuldi ÍF tí ongar trupulleikar havt at vunnið, í hvussu er um hugt verður eftir stigatalvuni. Men SÍ er nógv betri á heimavølli enn á útivølli, og uppgávan hjá ÍF gjørdist als ikki so løtt.
Í fyrsta settinum var munurin lítil á liðunum. SÍ megnaði at fylgja ÍF og var enntá eisini frammanfyri, men tá ið hálvt settið varð farið, tók ÍF seg nakað framum, og tað var nóg mikið. Nakrar óneyðugar villur á SÍ-liðnum kostaðu dýrt.
Gongdin var tann sama í 2. setti. Javnt upp í 15, men so fór ÍF frá og tók settið. Hjá ÍF vóru fleiri streingir at spæla á, og eisini hava leikararnir royndir, sum SÍ-leikararnir ikki hava. SÍ hevur megnað í fleiri dystum at spælt javnt upp ímóti hinum liðunum, men tað seinasta hevur manglað.
Fór tað at eydnast í 3. setti?
Tó at ÍF nú var frammanfyri 2-0, so var dysturin ikki avgjørdur, men avgerðin fall skjótt. ÍF kom framum 10-0 í 3. setti, og so var einki hjá SÍ at gera. Dysturin var taptur, og enn er framvegis einki stig farið til Sørvágs hetta kappingarárið.