ÍF ger ongar nýggjar sáttmálar

Fótbóltur: Í fyrstu atløgu tykist tað sum fuglfirðingar verða taparar í stríðnum um fótbóltstrúnuna í Eysturoynni

Leygardagin gjørdist tað veruleiki, sum fuglfirðingar hava roknað sum ein sera sannlíkan møguleika stóran part av kappingarárinum.

Tá liðleiðarin hjá teimum eftir síðsta dómarabríksl í Klaksvík ringdi suður til Vágs at frætta, hvussu dysturin millum VB og Sumba endaði, vóru boðini, sum hann fekk, meðan sigursrómurin á KÍ viðhaldsfólkunum kring hann var øðiligur, at Sumba hevði vunnið 2-1. Harvið visti hann, at boðini, sum hann skuldi bera sínum monnum, vóru, at teir í ár 2000 skulu spæla í 2. deild.

Støðan var meinlík henni í 1982, tá ÍF flutti niður í 2. deild. Í síðsta umfarinum spældi ÍF í Gundadali ímóti HB, sum vann 3-1 og gjørdist meistari. B68 vann 5-0 í Leirvík, og harvið komu toftamenn sær undan niðurflytingini, sum soleiðis datt á fuglfirðingar.


Repa seglini

Roy Róin hevur, umframt at spæla við nú niðurflutta 1. deildarliðnum, verið formaður í felagnum, og tað er hann framvegis.

Tá vit spyrja ÍF formannin hvørjar hugsanir, teir hava gjørt sær um framtíðina, nú teir eru vornir eitt 2. deildarlið, er svarið, at teir hava tikið avgerð um, at eingir spælarar fara at hava sáttmála við ÍF komandi ár.

? Í ár hava vit havt sáttmála við venjaran, tveir polskar spælarar og so málverjan, sum kom úr Gøtu, men tað eru eingir pengar í felagnum, og tí kemur tað ikki upp á tal at skriva nýggjar sáttmála ella at leingja við teir, sum vit hava havt.

Hvussu ætla tit so at fáa fólk?

? Vit ætla at brúka teir spælararnar, sum hava hug at umboða felagið. Tá tú tapir so at siga hvørja ferð er tað lítið hugaligt, men um vit standa okkum hampuligt í 2. deild og vinna summar dystir, so rokni eg við, at tað aftur fer at kennast hugaligt at spæla við ÍF, sigur Roy Róin, formaður í ÍF.

Hann leggur afturat, at teir hava verið fegnir um tann fíggjarliga stuðulin, sum teir hava fingið at reka felagið við, og hann vónar, at hesin fer framvegis at koma til felagið, sjálvt um teir nú skulu spæla í 2. deild.


Framtíðin

ÍF hevur seinnapartin av nítiárunum gjørt ikki so lítið við yngru deildirnar. Sofus Baldvinsson hevur í ár havt ábyrgdina av øllum teimum yngru deildunum, og Bogi Lervig, sum eisini hevur hjálp Piotr Krakowski við venjingini av besta liðnum, hevur havt ábyrgdina av unglingaliðnum.

Í yngru deildunum eru evnaríkir spælarar, men tað veðrur ikki mett, at nakar teirra beinanvegin kann gerast millum berandi kreftirnar á besta liðnum.

Harafturímóti ljóðar, at onkrir av teimum, sum hava verið fastir menn, nú fara at royna seg í øðrum 1. deildarfeløgum. Í fjør fór Bartal Eliasen til GÍ, og tíðindi ganga um, at onkur annar fuglfirðingur komandi ár skal spæla í GÍ, men hetta hava vit ikki fingið váttað.