Hækkaði partapeningurin merkir, at Smyril Line fer at halda fram við virksemi sínum sum higartil, og at nýggja Norrøna verður latin felagnum seinast í mars mánaða 2003.
Hækkingin av partapeninginum hevur gjørt, at øll viðurskifti við týsku skipasmiðjuna, sum smíðar nýggja skipið, eru komin upp á pláss.
Nýggj fýramanna nevnd, sum umboðar nýggju partaeigararnar í Smyril Line, verður vald á eykaaðalfundi, sum fer at verða hildin um einar 14 dagar.