Uppskotið snýr seg um at strika møguleikan hjá privatfólki at draga renturnar frá av láni, ið er tikið við tí endamálið at keypa partabrøv. Tað vil siga, at um tú hevur vinning av partabrøvum og hevur tikið lán fyri at keypa brøvini, kanst tú draga rentuútreiðslur av láninum frá vinninginum, innan tú betalur kapitalvinningsskatt. Henda møguleika fingu partafeløg í 2001, og í 2006 var ein broyting gjørd í lógini, so hetta eisini kom at vera galdandi fyri privatfólk.
Hetta at javntstilla ein privatpersón og eitt partafelag er rættiliga prinsipielt. Eitt partafelag rekur vinnuligt virksemi, og vanligt er, at frádráttir verða loyvdir fyri “útreiðslur, sum í árinum ganga til at vinna inntøkurnar, tryggja tær og halda teimum við”. Grundgevingin fyri, at henda regla eisini var sett í gildi fyri privatfólk, var líkheitsprinsippið, at man vildi javnstilla privatpersónar og partafeløg. Hetta haldi eg er sera ivasamt, men kann ljóða rætt, um tú bert hugsar um líkheitsprinsipp, tó haldi eg, at hetta reisir aðrar spurningar.
Lánifíggjað spekulatión
Skipanin hevur eisini elvt til tjak, um hetta er at lánifíggja spekulatión. Vit vita, at í 2006 og 2007 læntu privatfólk umleið 200 milliónir krónur til at keypa virðisbrøv fyri eftir hesi nýggju reglu.
Vit vita eisini, at eini 200 fólk hava gjørt brúk av hesum møguleika. Um hetta er ein stórur trupulleiki, veldst um eyga, sum sær.
Seinastu mánaðirnir hava vit verið vitni til nógvar syrgiligar lagnur í sambandi við keyp av partabrøvum, serliga í londunum kring okkum.
Tí reisir hetta spurningin, um tað yvirhøvur er rætt, at tað almenna hevur skipannir, ið á nakran hátt stuðla privatfólki í at fara í holt við at gera íløgur í partabrøv. Eigur tað almenna ikki at lóggeva soleiðis, at lóggávan fremur ein hugburð, ið vit ynskja at stimbra, og ynskja vit ikki at stimbra ein sámuligan hugburð, kunnu vit spyrja okkum sjálvi.
Eigur tað ikki at vera so, at um fólk gera tílikar íløgur, so er hetta ein avgerð, ið tey sjálvi taka, uttan at tað almenna eigur nakran leiklut í hesum. Hví skal ein privatpersónur gjalda minni í skatt, um hann velur at gera eina íløgu í partabrø?v. Hvørja ferð ein bólkur í samfelagnum fær ein skattafyrimun, skulu vit onnur gjalda meira, um ikki, so verður minni eftir av pengum at nýta til tað, ið vit eru felags um, so sum heilsu-, almanna- og skúlaverk. Hesi atlit eiga, eftir mínum tykki, at verða sjálvsøgd í fíggjarpolitikkinum.
Fíggjar- og búskaparpolitikkur
Gongdin í heimsbúskapinum við altjóðagerð og eini hálovan av marknaðarkreftunum hava viðført, at marknaðurin hevur víst ein grammleika, ið hevur viðført eina djúpa heimskreppu, ið verður sammett við kreppuna í 1930’unum. Ein orsøk er, at tað er fíggjarheimunurin, sum í ein stóran mun ótálmaður hevur orðað fíggjarligu reglurnar fyri altjóðagerðini. Eftir Berlinmúrurin fall, hevur allur heimurin, meir alla minni, havt eina turkatrúgv til fría marknaðin og liberlismuna. At henda skipan hevur spælt fallitt, er breið semja um í dag, ivaleyst tí politikarnir høvdu nærum slept allari stýring av marknaðinum.
Hvørji amboð hevur tað almenna til at taka? Vit eiga ikki kritikkleyst at venda aftur til gamlar skipanir, men vit mugu læra av tí, ið hent er. Ein læra er í hvussu er, at marknaðarkreftirnar kunnu ikki sleppa at virka púra ótálmaðar.
Hvussu stýra vit so? Ein máti er at gera reglur, sum stimbra tann hugburð, ið vit ynskja at eggja, sum eitt mótsvar til grammleikan. Tað kundi millum annað verið at gjørt skipanir, eisini innan skattapolitikk, ið eggja til at verja umhvørvið og minka um CO2 útlátið. Avsetingin á fíggjarlógini á 15 milliónir, ið fólk kunnu søkja um til at bjálva síni hús, so vit gerast minni bundin at oljuni, er eitt dømi um ein politikk, ið eggjar til ein hugburð ið vit ynskja at fremja.
Sæð í hesum ljósið, er tað ikki rætt at vit hava skipanir, ið kunnu vera við til, at fólk enda í óføri. Tað almenna eigur ikki hava nakran leiklut í skipanum, ið elva til ein hugburð, ið er ivasamur.
Javnaðarflokkurin hevur ta støðu, at fíggjar- og búskaparpolitikkurin eigur at eggja til ein samhaldsfastan hugburð, at vit mugu gera skipanir, ið elva til sámuliga atferð, eisini á marknaðinum, við tí endamáli at fáa ein sterkan og sjálvberandi búskap, har samhaldsfesti er í hásæti.