Oljuráðstevna
Ben Arabo, formaður í FOÍB, áhugafelagið hjá oljufeløgum, sum hava leitiloyvi á landgrunninum, vísti á oljuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum týsdagin á, at føroyska kolvetnisskattaumsitingarlógin virkar alt ov illa, og at hon er alt ov strangt orðað á summum økjum. Hetta er púra óneyðugt og tað rætt og slætt styggir burtur útlendsk oljufólk, sum eitt nú koma á fund í Føroyum í ein dag ella tveir.
Ben Arabo, sum var ein av røðarunum á Oljuráðstevnuni segði, at soleiðis sum henda lóg verður praktiserað, so kanst tú sum útlendingur ikki koma til Føroya á fund í ein dag ella heilt fáar dagar uttan at viðkomandi skal skattast í Føroyum og ein rúgva av óneyuðugum páppírsarbeiði greast. Tað merkir ma. at hann skal søkja um fyribils P tal og arbeiðsgevarin skal søkja um V tal, og blankettir skulu fyllast út. Harumframt skal arbeiðsgevarin lata sjálvuppgávu inn fyri alt árið og eitt útkast av ársroknskapinum. Haraftrat skal lønin fara gjøgnum A-skattaskipanina, tvs. at bæði arbeiðsgevari og arbeiðstakari skulu stovna konto.
Hetta er ein skipan, segði Ben Arabo, sum oljufeløgini ongantíð roknaðu við fór at vera galdandi fyri bara nakrar fáar dagar. Hóast oljufeløgini gjøgnum sítt felag, FOÍB hava gjørt fleiri royndir greiða Fíggjarmálaráðnum frá hesi óhepnu skipan, hevur víst seg at vera sera torført at koma á tal við Fíggjarmálaráðið um hetta málið.
-Vit hildu okkum hava eina 30 dagar regul í 2001, men í fjør fingu vit bræv frá kolvetnisskattadeildini, at hetta var nakað, sum varð gjørt undantaksvíst og var tað ikki heimild fyri tí í lógini, og tí varð mint á, at skattingin fór at vera frá fyrsta degi. Vit hava so í eitt heilt ár roynt at sannføra Fíggjarmálaráðið um, at hetta kann ikki vera røtt mannagongd og hava vit biðið um at fáa sett í gildi ein sokallaðan ?bagatellregul?, soleiðis at man kann koma til Føroya á fund í nakrar dagar, uttan at skula fara ígjøgnum alla hesa burokratisku skattaskipan.
Men 7. november fingu oljufeløgini bræv frá landsstýrismanninum, har hann sigur frá, at tað verða ongar broytingar gjørdar.
FOÍB hevur síðani sett Fíggjarmálaráðharranum tann ítøkiliga fyrispurningin, hvussu hetta skal tulkast, tá ein persónur úr útlandinum kemur á fund í Føroyum í nakrar heilt fáar dagar í sambandi við leitiloyvi. Skal hann skattast og skulu øll hesi pappírini fyllast út!
Tað svarið hava feløgini ikki fingið enn.
Ben Arabo sigur, at tað er sera ónøktandi ikki at fáa at vita, hvat Fíggjarmálaráðið veruliga vil.
Tekur tíð at fáa dupultskattasáttmála
Føroyska lóggávan á hesum øki líkist tí donsku, men stóri munurin er, at Danmark hevur dupultskattasáttmála við 81 lond. Og Stórabretland hevur t.d. við 117 lond. Føroyar hava skattasáttmála við einans 9 lond.
Man hevur gjørt eina lóg í Føroyum, sum bara er hóskandi, um tú hevur dupultskattasáttmála við onnur lond vísti Ben Arabo á og helt fram:
-Landsstýrið ætlar at taka hetta upp í sambandi við at fáa ein dupultskattasáttmála við eitt nú Ongland, men Ongland hevur longu ein regul, sum sigur, at føroyingar kunnu koma til Onglands uttan hessar forðingar. Og sambart Fíggjarmálaráðnum sjálvum so tekur tað ár at fáa dupultskattasáttmálan uppá pláss. Og hetta er tað oljufeløgini ikki halda seg kunna bíða eftir. Tey halda, at hetta er eitt so lætt og lítið mál at avgreiða, at tað átti ikki at bíða eftir einum dupultskattasáttmála. Eitt land við nærum ongum dupultskattasáttmálum kann ikki lóggeva sum eitt land við millum 80 og 100 dupultskattamálum.
Feløgini hava sum sagt biðið um at fáa eina lagaligari skipan. Fáa tey ikki tað, kann avleiðingin verða, at tað skal vera ein sera týðandi fundur, um nakar vil koma henda vegin. Hetta merkir so, at feløgini, sum longu eru her, verða noydd til at fara av landinum at halda fundir um viðurskifti í Føroyum. Um hetta fer at nerva eina oljuráðstevnu sum tað í Norðurlandahúsinum er so eisini ein áhugaverdur spurningur, nú stórt arbeiði verður gjørt fyri at fáa útlendingar at luttaka í oljuráðstevnum av hesum slag.
Ben Arabo vísti á, at vit hava eitt oljumálaráð, sum vil hava fólk at koma til Føroya í sambandi við loyvisumfarið, men vit hava eitt fíggjarmálaráð, sum sigur, at hesi fólk eru óynskt. Ben Arabo spyr, hvat politikkurin hjá landsstýrinum er, nú vinstra hond gera eitt og høgra eitt annað.
-Eg kenni ikki til nakað land í verðini, har tú ikki kanst koma á ein fund uttan at tú skal ígjøgnum eina alt alt ov burokratiska skipan.
Ben Arabo: -Vit skulu ikki diktera føroyskan politikk. Tað vilja altíð vera viðurskifti, sum man er ósamdur um. Sum heild hevur tað gingið væl í samskiftinum við Oljumálaráðið. Tað, sum hevur týdning fyri okkum er, at man fær greið og rímulig boð, men tað sakna vit frá Fíggjarmálaráðnum.