Fíggjarmálastýrið tekur pensjónistar fram um ung hjún, einlig og einkjufólk!

Okkara annars dugnaligi og hart arbeiðandi fíggjarmálaráðharri hevur ætlarnir um at leggja fram eitt uppskot, ið fer at skapa eina sera ójavna kapping á leigumarknaðinum, serliga í Suður-Streymoy. Tað skal vera unt pensjónistunum so hjartaliga, at tey í framtíðini kunnu leiga út til lesandi og onnur, skattafrítt. Men tað sum skapar órættvísuna í uppskotinum frá fíggjarmálaráðharranum, er at tey fáa ein fyrimun framum aðrar bólkar í samfelagnum.

 

Heri Simonsen (fylli 67 ár í 2035 - leingi at bíða!)

???????????????????????????????????????



Tveir pensjónistar - ein einkjumaður

Vit kunnu taka eitt dømi: Ein kona er júst farin um tey 67, og hon er gift manni ið er 68 ára gamal. Tey hava bæði havt líkinda størv, og eina hampuliga inntøku í lívinum, og fáa nú við uppskoti fíggjarmálastýrisins, møguleika at varðveita hesa inntøku, við at leiga út. Og skal tað vera teimum væl unt. Men! Eru tey verri fyri enn t.d. ein einkjumaður, ið er 58 ár, hvørs børn eru farin í egin hús, og tí stendur púra einsamallur við øllum útreiðslunum? Hevur hesin ikki eisini uppiborið sama møguleika, sum pensjónistahjúnini. Og hvat við einkjunum, og teimum einligu - menn og kvinnur - ið reka síni hús einsamøll? Og hvat við ungu hjúnunum, ið júst hava bygt eini hundadýr hús. Skulu tey ikki hava møguleikan at kunna leiga út, við somu inntøkumøguleikum sum pensjónistahjúnini?


Ójøvn kapping

Uppskot fíggjarmálastýrisins fer eisini at skapa ójavna kapping á leigumarknaðinum, serliga í Suður-Streymoy! Einkjufólkini, tey einligu og tey ungu hjúnuni, ið t.d. leiga kømur út fyri t.d. 1.800 kr. pr. persón, mugu framvegis gjalda millum 800 og 1100 kr. av hesum 1.800 kr. í skatti. Samstundis fáa pensjónistarnir møguleikan at leiga út fyri 1.200-1.300 kr. pr. persón, tí fyri tey er henda leiguinntøkan skattafrí! Hetta fer at føra við sær, at ungfólk og lesandi fara at siga síni leigumál hjá hinum upp, og fara at leiga frá pensjónistum fyri ein væl minni prís. Fíggjarmálastýrið leggur upp til, at leigumálini hjá pensjónistunum fara at útkonkurrera leigumálini hjá ungum hjúnum, einligum og einkjufólkum. Nógv góð orð eru søgd um rættvísi, og javnrættindi síðstu vikurnar, lat eisini hetta vera galdandi fyri nýggju útleigu-skattalógina. Tað er ein góð og samhaldsføst hugsjón, at byrðarnar skulu deilast javnt, men eigur tað sama ikki at vera galdandi fyri inntøkumøguleikar?


Uppruna í Noregi

Uppskotið um skattafrítt at leiga út, hevur sín uppruna í Noregi. Orsøkin til tað var, var at gera tað so høgligt og lagaligt hjá norskum lesandi at leiga frá privatfólki, sum til bar. Eitt nærum samt stórting samtykti hesa lagaligu og rættvísu leiguskattalóg fyrst í nítiárunum. Henda norska leigulógin ger tað møguligt at leiga kømur út til lesandi o.o. út, skattafrítt, upp til 1.500 kr. pr. persón pr. mánað. Nýggja leiguskattalógin hjá fíggjarmálastýrinum fylgir ikki rættvísa andanum í norsku leiguskattalógini. Tá samanum kom, noyðist ein at vera 67 ára gamal, áðrenn ein kann fáa gagn av tí føroysku útgávuni av leiguskattalógini!


Standa ímóti

Tað er bara gleðiligt at landskassin hevur nógvan pening at standa ímóti við. Men eigur ein ikki at geva fólki javnbjóðis møguleikar at vinna sær nøkur eyka oyra at standa ímóti við? Norska lógin var ikki ætla sum ein spekulanta- og leiguhávalóg. Tað vera ikki heil sethús leigaði út, men sethúsakjallar og einkultkømur. Í gomlum døgum í Noregi var tað sum tað er í Føroyum í dag. Mong tímdu ikki at leiga út, tí tað loysti seg ikki! Og lesandi og ungfólk í túsundutali høvdu einki at búgva í, í Noregi. Nýggja lógin bøtti munandi um henda tørvin hjá teimum lesandi og ungu. So vælsignaðu fólk úti í fíggjarmálastýrinum, gevið einkjufólki, ungum hjúnum, einligum o.ø. somu inntøkumøguleikar, sum vit so hjartaliga unna pensjónistunum at fáa.