Fuglfirðingar fáa í kvøld vitjan av FC Suðuroy. ÍF er fimm stig aftanfyri Víking og seks stig aftanfyri KÍ. Tí er møguleiki fyri, at fuglfirðingar í kvøld kunnu lyfta seg nærri toppinum. Tað gera teir, um tað eydnast at vinna fulla úrtøku ímóti FC Suðuroy.
Suðuroyingarnir eiga framvegis fyrsta sigurin til góða. Tað er rættuliga sjáldan, at tað ikki hevur eydnast einum liði at vinna í sekstan umførum. Hetta er ikki komið fyri síðani 1994, tá ið tað í 17. umfari eydnaðist EB/Streymi at vinna fyri fyrstu og einastu ferð tað árið (2-1 ímóti NSÍ).
Bartal Eliasen hjá ÍF er leikbannaður, og verjuálitið hjá FC Suðuroy, Heini Vatnsdal, hevur verið skaðaplágaður í fleiri vikur. Uni R. Petersen er sannlíkur avloysari í ÍF miðverjuni, og Heri Nesá, sum er komin aftur í ÍF, eftir í fleiri ár at hava verið á flatlondum, er gott boð upp á høgra vongverja.
ÍF hevði 6-0 sigur við til hús eftir vitjan á Vágseiði 20. mai.
ÍF-FC Suðuroy: Alex Troleis fríggjadagin klokkan 20.00.