Linfield úr Belfast vann mikukvøldið 3-0 á heimavølli ímóti ÍF, sum ongan málmøguleika hevði. Harvið heldur norðurírska liðið fram í kappingini við samantalda málmuninum 5-0.
Hóast tapið, so var Albert Ellefsen, ÍF venjarin, ikki so illa nøgdur við avrikið í 1. hálvleiki. ÍF ferðalagið bíðaði eftir flogfari úr London fyrrapartin í gjár, og úr metropolinum segði Albert Ellefsen soleiðis:
-Fyrri hálvleikur líktist nógv fyrra hálvleiki, tá ið vit áttu heimavøll. Vit vóru heilt væl við, og tí kendist tað meint, tá ið teir stutt undan steðginum løgdu seg á odda. Tá var samantalt 3-0, og harvið var møguleikin hjá okkum burtur. Í steðginum tosaðu vit um, at tað nú ráddi um at koma burturúr hesum við heiður og æru. Tað eydnaðist ikki heilt, tí teir skoraðu tvey mál aftrat, staðfesti ÍF venjarin.
Tølini siga, at ÍF hevði onga roynd innanfyri málkarmin, og ÍF hevði heldur onga roynd, sum fór uttanfyri málkarmin. Heimaliðið hevði fimm royndir innanfyri málrammuna aftanfyri Jákup Mikkelsen, og seks ferðir fór bólturin við síðuna av málinum. ÍF hevði eitt hornaspark, og Linfield hevði trý hornaspørk.
----
Linfield-ÍF 3-0 (1-0)
Innleiðandi umfar í Europa liguni 2. Dystur. Linfield vann fyrra dystin 2-0 og fer harvið víðari í kappingini við samantalda málmuninum 5-0.
Á Windsor Park í Belfast í Norðurírlandi mikudagin 10. juli 2013 kl. 19.45
Dómarakvartett úr Makedonia: Dejan Jakimovksi, Nikola Karakolev, Isa Emurli og Dimitar Meckarovski.
1-0: Gault 40.
2-0: Mulgrew 55.
3-0: Lowry 60.
Linfield: Tuffey – Ervin, Clarke, A. Burns (McAllister, 46.), B. Burns – Knowles, Mulgrew, Lowry – Carvill, Gault – Thompson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ross Glendinning, Armstrong, Reace Glendining, Quinn, Henderson, Tipton
Gult kort: Carvill
Venjari: David Jeffrey
ÍF: Jákup Mikkelsen – Heri Nesá, Bartal Eliasen, Poul Nolsøe Mikkelsen (Fritleif í Lambanum, 67.), Jan Ó. Ellingsgaard - Bogi Reinert Petersen, Høgni Madsen (Jákup Johansen, 70.), Aleksandar Jovevic – Ari Ó. Ellingsgaard, Nenad Saric – Øssur Dalbúð (Áki Petersen, 89.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hallgrímur Gregersen Hansen, Poul Magnus Petersen, Arnhold Kristiansen, Margar Toftegaard
Gult kort: Heri Nesá, Ari Ó. Ellingsgaard
Venjari: Albert Ellefsen