ÍF hevur havt munin

Fuglfirðingar hava vunnið allar dystirnar ímóti Mjølni í vetur, men í steypa­finaluni vístu teir í Mjølni, at teir saktans kunnu spæla við

Á pappírinum er ikki yvir at dylja, at fuglfirðingar eru favo­rittar undan FM-finalunum ímóti Mjølni, tí ÍF hevur verið langt framman fyri øll hini mans­liðini alt kappingarárið. Og hóast Mjølnir fekk trýst ÍF í steypa­finaluni, sum mátti upp í fimm sett, er tað altso ÍF, ið kann vinna greipuna um viku­skiftið.
– Hjá okkum hevur venj­ing­ing verið meira taktiskt síðstu dagarnar, tí vit vita, at Mjølnir kann spæla væl. Nú er so langt síðani, at vit vistu, at vit komu í finaluna, men nú tað nærk­ast, eru vit ordiliga klárir og sjálvandi eisini spentir. Eg trúgvi, at tað verður okkara fyri­munur, at vit hava fleiri streingir at spæla uppá enn Mjølnir, sigur Rúni Weihe í ÍF.
Sigast má, at ÍF hevur í vetur gjørt slætt borð í øllum dystunum ímóti Mjølni, tí ÍF hevur vunnið allar fimm lands­kappingardystirnar, umframt steypafinaluna. Kortini hava mong jøvn sett verið, og av teim­um tilsamans 24, liðini hava spælt, er eitt endað 31-29, eitt 30-28, tvey 29-27 – enntá í sama dysti! – og eitt 26-24.
– Vit vita væl av, at ÍF er favo­rittur, men eg haldi slett ikki, at munurin er so stórur á okk­um og teimum, sum mong gera tað til. Tá vit spæla upp til okkara besta, eru vit betri enn teir. Vit mugu bara fáa alt at koyra, tí tað krevst, skal tað eydn­ast at vinna á ÍF, sum hevur havt munin á okkum í all­an vetur, sigur Thorvald Danielsen í Mjølni.
Tummas Óli Mortensen verð­ur fyrsti dómari í báð­um mansfinalunum, har hann í morgin hevur Óla G. Samuelsen sum annan dómara og sunnu­dagin Rúni Hentze.