Hóskvøldið á sjálvum føðingardegnum verður skipað fyri móttøku í fimleikahøllini í Glyvra Skúla, har felagið hevur hildið til øll fjøruti árini. Á skránni verður tónleikur, fimleikur og framsýning við myndum o.ø. Nýggi støkksangurin, sum Niklas Johannesen hevur gjørt, verður eisini at hoyra. Móttøkan verður hóskvøldið frá kl. 16:00 til 20:00, og øll eru hjartaliga vælkomin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Fimleikaframsýning við fagnaði
Fríggjakvøldið kl. 19.00 verður fimleikaframsýning í ítróttarhøllini í Runavík, har fólk hava høvi til at síggja fjølbroyttan fimleik á øllum støði. Á framsýningini verður nógv spennandi á skránni, umframt Fimleikafagnaðurin hjá Støkk, sum felagið vann í ár. Atgongumerki á 80 kr. vaksin og 30 kr. børn kunnu keypast við dyrnar.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Føðingardagsveitsla
Eingin føðingardagur uttan veitslu. Seinasta tiltakið í sambandi við føðingardagin hjá Støkk verður leygarkvøldið í Sjókaféini í Runavík, har veitsla verður hildin. Á veitsluni verður ymiskt forvitnisligt tikið fram frá teimum fjøruti árunum hjá felagnum. Framsýningin við myndum o.ø. verður eisini at síggja, umframt annað undirhald. Eftir borðhaldið verður dansur. Veitslan er fyri vaksin, frá 8. flokki og eldri.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Barnatiltak
Størsti parturin av fimleikarunum hjá Støkk eru børn, og Fimleikafelagið Støkk fer sjálvsagt eisini at skipa fyri einum tiltaki fyri teimum eisini. Nær og hvar barnatiltakið verður, verður lýst seinni.