- Seinast, vit spældu ímóti Skotlandi, kom meira enn helvtin av hópinum frá feløgum uttanlands. Vit høvdu kanska bara átta spælarar úr føroysku kappingini, men her er støðan broytt. Hví støðan er soleiðis, veit eg ikki, men tað er ikki serligt gott fyri føroyskan fótbólt, at vit ikki hava fleiri spælarar, sum spæla uttanlands, sigur Jógvan Martin Olsen.
- Vit uppliva gamla trupulleikan, at í Føroyum spæla spælararnir á graslíki, meðan landsdystir verða spældir á grasi, og vit sóu aftur ímóti Georgia, at spælararnir høvdu ikki nóg gott fótafesti. Harafturat eru spælarar, sum spæla í kappingum á høgum støði í Danmark, Noreg ella Íslandi, vanir við eina hægri leikferð, teir hugsa skjótari undir trýsti, og teir eru tekniskt sterkari.
- Tað er sera harmiligt, at vit hava tveir spælarar í superliguni, sum eru skaddir, og tað er eisini keðiligt, at Ingi Højsted er skaddur. Hesir spælarar kundu veruliga styrkt landsliðið, og tað er ein stórur missur, at teir ikki eru tøkir. Vit hava nógvar góðar spælarar á landsliðnum, men tað er einki at ivast í, at Súni Olsen, Jón Rói Jacobsen og Ingi Højsted høvdu munað væl á landsliðnum, sigur Jógvan Martin Olsen.