Sjúrður Pauli Nielsen, sum er sáttmálabundin við barndómsfelagið, NSÍ, hevur undirskrivað ein eitt ára leigusáttmála við ÍF. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá.
- Umframt at hava spælt tríggjar dystir í Betrideildini fyri NSÍ, hevur 19-ára gamli spælarin úr Runavík umboðað føroysku U17- og U19-landsliðini í heili 31 dystum tilsamans. Á vøllinum er Sjúrður Pauli oftast at síggja í verjuketuni, hóast hann onkuntíð hevur roynt seg eitt sindur longur frammi á vøllinum, skrivar heimasíðan.
Sjúrður Pauli Nielsen var millum spælararnar, sum kom til EM-endaspælið fyri U17-landslið í Kroatia. Hann kemur til eitt ÍF-lið, ið hevur fingið tilgongd av Milos Budakovic, Filip Djordjevic, Jens Joensen og Uros Stojanov. Hartil er Dánjal á Lakjuni byrjaður aftur.