B68 fer ikki at flyta upp í august mánað, sum tað í síðstu viku varð róð fram undir kundi gerast veruleikin. Uppflytingin er útsett, men hóast B68 leygardagin rudduliga tapti á heimavølli ímóti ÍF, so er lítil ivi um, at B68 næsta kappingarár verður í Formuladeildini.
Higartil hevur FSV04 verið lítil favorittur í kappingini um annað uppflytingarplássið, men tað eru vágamenn ikki longur. Eftir ikki so sannførandi byrjan upp á kappingarárið, hevur ÍF av álvara tikið sær um reiggj.
At fuglfirðingar hava sett sær fyri aftur at gerast partur av bestu deildini sást á Svangaskarði leygardagin. Undan hesum umfarinum hevði B68 bara eina ferð mist stig – í málleysum javnleiki ímóti TB. Allar hinar dystirnar høvdu toftamenn vunnið.
Móti ÍF var motivatiónin sera lítil hjá B68, og tað varð rudduliga sektað. ÍF var greitt omaná alla tíðina. Fuglfirðingar fluttu seg meiri og betur, teir løgdu meiri fyri í nærdystunum, og teir skaptu fleiri møguleikar enn B68, sum bara hevði ein upplagdan málmøguleika.
3-0 ÍF sigurin var einki ov stórur. Seks tær seinastu ferðirnar hevur ÍF fingið fult – 18 stig - við samlaða málmuninum 21-2!
Samstundis hevur FSV04 burturúr seks teimum seinastu umførunum fingið trettan stig við málmuninum 11-8.
Hesa ferð tapti FSV04 grannauppgerðina í Sørvági 2-0. Í 24. umfari fer FSV04 at fáa vitjan av ÍF, og í 25. umfari skal FSV04 spæla á Svangaskarði. Ikki minst úrslitini í hesum báðum uppgerðunum fara at verða avgerandi fyri, um tað verður ÍF ella FSV04, sum fer at flyta upp.
Men í løtuni bendir nógv á, at tað verður ÍF, sum saman við B68 fer at flyta upp í Formuladeildina.
1. deild menn
Útsettur dystur
SÍ-HB 1-2 (1-1)
1-0: Kim Poulsen, 12.
1-1: Dánjal Davidsen, 14.
1-2: Høgni Warberg, 50.
20. umfar, 18. august
KÍ-TB 0-2 (0-1)
0-1: Sasa Jovanovic, 24.
0-2: Jón Johannesen, 84.
Reytt kort: Heri Thorsteinsson, KÍ (12), Erling Fles, KÍ (88)
B68-ÍF 0-3 (0-1)
0-1: Nenad Saric, 26.
0-2: Frank Poulsen, 58
0-3: Danjal Pauli Højgaard, 88
Reytt kort: Alexandro Castilho, B68 (45)
B36-HB 0-3
0-1: Høgni Hansen, 25.
0-2: Torkil Kollsker, 60.
0-3: Høgni Hansen, 75.
SÍ-FS Vágar 04 2-0 (0-0)
1-0: Johan Petur á Stongum, 55.
2-0: Georg Haraldsen, 65.
NSÍ-LÌF 1-3 (1-0)
1-0: Øssur Dalbúð
1-1: Andrias Lava Olsen, 60.
1-2: Andrias Lava Olsen, 64.
1-3: Andrias Lava Olsen, 90.
Reytt kort: Hjartvard Hansen, LÍF (40.)