Tað er framvegis ikki ráðiligt at fara í bil.
Tað staðfestir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.
Hann sigur, at tað allarringasta er avhæsað, men tað er framvegis rættiliga nógvur vindur og jarðrok nógvastaðni.
– Ein løtu er tað gott, men fólk skulu ikki lata seg lumpa, tí so brestur hann á aftur sum eitt skot við stormi og jarðroki, sigur Árni Jacobsen.
So hann mælir framvegis staðiliga frá at fara í bil.
Og summastaðni er framvegis ikki koyrandi, eitt nú er ikki koyrandi til Vestmanna, Selatraðar, Oyndafjarðar, Elduvíkar, Gjáar, og aðrastaðni.
– Árni Jacobsen sigur, at tað kann henda seg, at tey ikki sleppa til arbeiðis í morgun, tað veldst alt um, hvussu tað gongur at grava, og hvussu illa tað rýkur í aftur.
Tað hava eisini fleiri bilar staðið fastir. Eitt nú stóðu fleiri treylarar, sum skuldu við Norrønu, fastir, men teir eru fingnir avstað.
Annars stóðu fleiri persónbilar fastir Millum Fjarða, Við Norðskálatunnilin, undir Gøtueiði og aðrastaðni.
Eina ringast hevur staðið til á Velbastaðvegnum og um Sandavágsháls. Har eru heldur ikki koyrandi, og har hava fleiri bilar við fólki staðið fastir, og standa fastir enn. Landsverk sigur, at á Velbastaðvegnum hava tey fingið hjálp frá sløkkiliðnum í Havn at bjarga fólki úr bilunum.
– Summi hava staðið í fleiri tímar og vóru við at verða eitt sindur illa fyri at kulda, sigur Árni Jacobsen.
Á Sandavágshálsi eru tey ikki enn komin ígjøgnum við gravimaskinuni. Har hava fleiri bilar staðið fastur, og í løtuni stendur minst ein bilur fastur har við einum manni í.
– Hann hevur staðið fastur síðani klokkan 16.30 í dag, ella í seks tímar, men hann hevur fingið staðilig boð um at halda seg í bilinum og ikki at fara til gongu.
– Vit fara at eisini at bjarga honum í kvøld, áðrenn vit gevast, sigur økisleiðarin.
Men tey, sum ruddað hava eisini verið fyri óhappi. Ein maskina hjá Landsverki fór útav í Sandavági, og tá ið ein bilur hjá kommununi skuldi koma teimum til hjálpar, fór hann eisini útav, sigur Árni Jacobsen.
Men tey halda fram at grava, til øll fólkini eru bjargað og so tørna teir til aftur klokkan fimm í morgin árini.