Norðoyggjar
- Vit hava havt eitt friðarligt vikuskifti. Hetta var eitt vikuskifti millum Summar Festivalin og Sjómannadagin, og tí er hugsandi, at fólk hava tikið tað róligt.
- Tað sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Klaksvík.
Hann sigur, at eingir trupullleikar av týdningi hava verið í vikuskiftinum, og ferðslan hevur eisini gingið væl.
- Vit hava havt okkurt smávegis, men einki nevnivert, leggur hann aftrat.
Komandi vikuskiftið verður Sjómannadagur í Klaksvík, og leygardagin verður eisini ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði.
- Sjómannadagurin hevur verið nógv vitjaður, og vit vænta nógv fólk hesaferð eisini. Fólk vilja gjarna sleppa so nær økinum sum gjørligt, og tí fara vit serliga at leggja dent á at skipa ferðsluna væl.
Vakthavandi sigur, at løgreglan plagar at fáa stuðul til at skipa ferðsluna, tá stór tiltøk eru, og tá Summar Festivalurin var, hjálpti bjargingarfelagið í Norðoyggjum til við at skipa ferðsluna, soleiðis at fólk á frægasta hátt kundu koma og fara úr býnum.
- Í slíkum føri eru tað fyriskipararnir, sum heita á feløg um stuðul til skipan at ferðsluni, og tá tað verður gjørt, gongur arbeiði fyri seg í samstarvi millum feløgini og løgregluna, sigur vakthavandi.
Løgreglustøðirnar í Klaksvík og Runavík samstarva í vikuskiftinum, og samdøgurvakt er á støðini í Klaksvík alt vikuskifti.