Libysku myndugleikarnir siga nú, at ríkisborgarar úr níggju londum vóru í flogfarinum, sum sprongdist við flogvøllin í Tripoli í morgun. 103 av teimum 104, sum vóru í flogfarinum. Bara ein átta gamal drongur úr Niðurlondum slapp frá vanlukkuni á lívi.
Libyska flutningsmálaráðið sigur við BBC, at at tey, sum doyðu, vóru úr Finnlandi, Filipsoyggjunum, Fraklandi, Niðurlondum, Bretlandi, Týsklandi, Zimbabwe og úr Libya.
Niðurlendska blaðið Le Telegraaf skrivar, at 61 niðurlendingar doyðu í vanlukkuni.
Flogfarið, sum eitt felag í Libya átti, kom úr Johannesburg í Suðurafrika, tá tað sprongdist, júst sum tað skuldi seta seg á flogvøllin í Tripoli.