Veðrið er av tí allarfagrasta henda týsdagin í farnu viku. Niðan gjøgnum einu brekkuna kemur ein maður gangandi.
Frammanfyri sær rullar hann ein serstakan vogn. Og var tað ikki fyri tann eyðkenda bláa búnan, so kundi ein ivast í, hvat hetta var.
Maðurin við vogninum er eingin annar enn postmaðurin í Skopun, Kristoffur Poulsen sum hevur arbeitt postmaður í samfull 20 ár. Í vogninum er dagsins mongd av posti.
- Fyrr bar eg alt í posttaskuni, og tað merktist á rygginum. Men nú er munandi lættari, tí hesin vognurin sparir uppá ryggin, sigur Kristoffur.
Hann gevur sær tíð og steðgar á til eitt lítið prát um arbeiðið sítt sum postmaður.
- Í dag er gott veður, men allir dagar eru tíverri ikki eins og hesin, sigur hann.
Hann hevur sett serstaka vognin frá sær, og skundar sær inn í næstu húsini. Klokkan er farin at nærkast middegi, og helst skuldu so mong sum tilber fingið postin áðrenn tað!
Ymisk nøgd
Tá ein starvast sum postboð er skipað soleiðis fyri, at hvørt einstakt teirra hevur sína rutu at ganga.
Til hvørja av hesum hoyrir eitt ávíst tal av húskjum og mett verður eisini um, hvussu langa tíð tað einstaka postboðið tørvar til at bera postin til øll á rutuni.
Hjá Kristoffur er skipanin hon, at heimbygd hansara er býtt upp í fýra økir, sum eru býtt upp í 170 húski.
Høvuðssætið hansara er posthúsið í bygdini, higar posturin kemur og higani hann verður borin út.
- Fyrimunurin er, at posthúsið liggur mitt í bygdini. Tí kann eg gera meg lidna við eina rutu og síðani fara eftir postinum til ta næstu rutuna, greiðir Kristoffur frá.
Tá hann soleiðis leggur frá landi á posthúsinum veit hann, at hann teir næstu 5-6 tímarnar skal til øll tey húskini, sum hava post henda ávísa dagin.
Hetta kann sjálvandi skifta almikið: Summir dagar og summi tíðarskeið hava kortini nógvan post við sær - t.d. tá lýsingar og bløð skulu í hvørt hús í bygdini, og tá tað fer at nærkast størstu høgtíð okkara, jólunum.
Glað fyri rokningarnar
Í dag er støðan mangastaðni soleiðis háttað, at fólk vanliga ikki eru inni tá postboðið kemur framvið.
Onkur eldri fólk kunnu tó vera heima, og millum postboð man vera tiltikið, at fólk vilja sýna blíðskap og bjóða teimum ein heitan og góðan drekkamunn.
Onkur heldur kanska, at móttøkan var ikki eins góð, tá fólk vistu at onkur rokning mundi vera við í postinum.
- Ja, eg havi hoyrt teir fyrr tosa um, at fólk altíð vóru blíð móti postboðnum, tá hann kom við pensjónini ella øðrum útgjaldi til tey. Tá fingu teir altíð ein kaffimunn.
- Men í dag er øðrvísi. Fólk eru altíð blíð. Tey leggja ikki í um tey fáa rokningarnar, tí í dag eigur fólk pening, sigur hann við einum brosi.
- Eg verði so altíð væl móttikin, - sjálvt um eg havi eina rokning við!
Strævin týsdagur
Ein vanligur arbeiðsdagur hjá Kristoffuri byrjar kl. 8, tá hann fer á posthúsið eftir postinum sum er komin úr Havn.
Tá skilir hann postin sundur á tær fýra ruturnar í bygdini, og koyrir fyrst pakkarnar út. Um 9-tíðina er hann so til reiðar at fara út við sjálvum postinum.
Tá vit hittu Kristoffur týsdagin í farnu viku var nógvur postur at bera út: Í fyrsta lagi var danskur postur við í postskjáttuni, umframt tað at Vikublaðið skuldi út í øll tey 170 húskini í bygdini.
- So týsdagurin er ein rættiliga strævin dagur, tí tá eru so nógvar reklamur.
- Eg haldi at fólki dámar væl at fáa slíkar reklamur. So skjótt tey hava fingið reklarmurnar skunda tey sær oman á ferjuleguna, fyri at fáa pláss við Teistanum, tí nú skulu tey keypa inn í Havn!, leggur Kristoffur aftrat.
Hinvegin letur hann okkum samstundis beinanvegin vita, at soleiðis er tað altso ikki. Hetta er ein skemtisøga!!
Hentur vognur
Nøgdin av posti vil altíð vera skiftandi, og soleiðis er eisini hjá postboðnum í Skopun.
Enn verða føroysku bløðini ikki borin út sama dag í bygdini. Men tað man kortini serliga vera tann posturin sum skal í hvørt hús, sum gevur teimum eyka arbeiði og krevur eyka orku.
Fyri at lætta um hjá postboðnum í Skopun hevur Postverkið útvegað honum ein serstakan vogn at flyta allan henda tunga postin við.
- Hann er tí sera hentur, tá tað er í yvirflóð av posti, t.d. sum í dag og upp undir jól, greiðir Kristoffur frá. Tá minni er av posti nýtir hann ikki vognin, men ber hann í posttaskuni.
Tað er nakað síðani at tey spurdu um ein slíkan vogn, og nakað eftir kom hann til posthúsið í Skopun.
Vognurin er so mikið rúmligur at Kristoffur fær tikið allan postin við til hvørja einstaka av teimum fýra rutunum í bygdini.
Sjálvur veit Kristoffur ikki, um slíkir vognar eru í brúki aðrastaðni kring landið, har postboðini ikki brúka prutl.
- Skopun er ein bygd har húsini standa so tøtt. Tað er tí ein spurningur um tað ikki tók longri tíð um eg skuldi brúkt prutlið, sigur hann.
Tað ringasta er stormur við vátakava
Týsdagin í farnu viku var av allar fagrasta veðri. Sólin skein oman og niðan, og tað var ikki frítt at lýðka kendist í luftini, hóast farið var inn í oktober mánað.
Fyri postmenninar hevur veðrið eisini nógv at siga. Teirra arbeiði er jú bert uttandura, og posturin skal út líkamikið hvussu veðrið enn lagar seg.
- Tað kunnu sjálvandi vera droyir dagar. Eg haldi, at tað hevur regnað serliga illa í seinastuni.
- Eitt tað ringasta sum kann vera er tá tað er stormur við vátakava. Tá má ein ansa serliga væl eftir, soleiðis at posturin ikki gerst vátur. Men man kemur so ígjøgnum tað kortini.
- Hinvegin so fær ein tað aftur um summarið. Tá eru tað mong sum hyggja út gjøgnum vindeyguni á skrivstovunum og kundu helst ynskt sær at býtt um starv beint tá, sigur Kristoffur við einum brosi.