Fólk tordu ikki at standa fram við sínum trupulleikum

Sethúsafelagið varð stovnað í 1993, og fekk 700 limir beinanvegin, men kortini fekk felagið lítla ella onga ávirkan á sethúsamálið, tá fleiri hundrað familjur mistu húsini

Tá kreppan leikaði harðast í 1993, mistu fólk í hópatali arbeiði.Sethúsatrupulleikin var ein hin størsti vandin fyri framtíðina hjá teimum, sum ikki megnaðu at svara hvørjum sítt

Í 1993 var tí Sethúsafelagið stovnað. Limatalið var beinanvegin umleið 700, men kortini kom ongantíð ferð á felagsvirksemið.

Súsanna Dam, formaður og stigtakari til felagið sigur, at størsti vansin var, at fólk ikki tordu at siga sína hugsan um vánaligu treytirnar at varðveita húsini.

Tríggir limir vóru í nevndini, men tá tveir teirra fluttu av landinum, og roynt varð at fáa nýggja nevnd árið eftir, møtti nærum eingin á fundi. Felagið sovnaði burtur av sær sjálvum.

­ Tá mistu nógv fólk húsini, og tá talið 500 - 1000 sethús verða nevndí hesum sambandi, so er ttað ikki ov høgt sett, sigur Súsanna Dam.


Veit einamest um

fólk í kreppustøðu

Hon var ein teirra, sum fekk mest at vita um neyðina hjá fólki. Gjøgnum árini hava eisini nógv tosað við hana um viðurskiftini aftaná skrædlið.

­ Nógv megnaðu at selja húsini áðrenn tey fóru á tvang, men tað eru sanniliga eisini nógv, sum enn dragast við gamla skuld.

­ Tá avtalur vóru gjørdar við bankan í 94 - 95, varð avrátt at frysta ein part av lánunum í fýra-fimm ár. Eftir hesum at meta, skal skuldin nú tinast upp aftur. Hugsandi er, at ikki allir sethúsaeigarar tola tað, sigur Súsanna Dam.

­ Hvussu ber tað til, at eitt felag við 700 limum ikki megnaði at fóta sær?

­ Tað kom einamest av, at fólk ikki tordu at kom fram og vísa á sínar trupulleikar, og tað gjørdi arbeiðið torførari, sigur Súsanna Dam.

­ Høvdu fólk torað at traðka fram, og kravt at verða hoyrd, so hevði tað gingið øðrvísi.

­ Tað er kortini lætt at skilja, at fólk aftraðu seg við at koma fram í ljósmála við sínum trupulleikum. Tey, sum høvdu fingið lán í villastu tíðini hildu, at bankin neyvan játtaði teimum tað, um hann helt, at fólk ikki megnaðu at gjalda aftur.

­ Persónliga haldi eg, at hetta var kollektivt álop á fíggjarstøðuna hjá fólki, sigur Súsanna Dam.

Formaðurin í fyrrverandi Sethúsafelagnum heldur, at felagið kundi fingið stóra ávirkan, um fólk bert kravdu at verða hoyrd. Hon veit um eitt lógaruppskot, sum var greitt at senda í tingið, um Sethúsafelagið fór at gera ov nógv um seg.

­ Tað merkir, at politikarar góvu felagnum ans, men kortini gjørdu teir einki fyri at hjálpa fólki.


Fingu ávirkan á avtalurnar við bankan

­ Var tað so til fánýtis at stovna Sethúsafelagið?

­ Tað dugi eg ikki at meta um, men ein avleiðing var kanska, at vit fingu bankan at gera avtalur við sethúsaeigarar, so fólk kundu varðveita húsini, eins og politikarar góvu málinum gætur. Beinleiðis úrslit kom ikki burtur úr, sigur Súsanna Dam.

­ Ert tú vónsvikin at hava lagt tína arbeiðsorku og oyra til trupulleikarnar, sum einki spurdist burturúr?

­ Ikki beinleiðis - og kortini. Eg eri vónsvikin av, at fólk vóru so veik og ikki tordu at krevja, at landsins lógir vórðu hildnar.

­ Tá bankin fór á húsagang, var skuldin 10 ferðir so stór sum eginkapitalurin, so har kann sigast, at lógirnar ikki vórðu yvirhildnar, sigur Súsanna Dam.

Hon heldur eisini at tað var ivasamt, hvussu skilagóðar avtalur vóru gjørdar við sethúsaeigarar, tá harðast leikaði á.

­ Eitt nú fór Føroya Banki ikki niður um eina ávísa upphædd, og nógv fingu so vánaligar avtalur, at tey ikki megnaðu at svara hvørjum sítt kortini.

Súsanna Dam nevnir m.a. kravið hjá bankanum í sambandi við avtalur, at fólk skuldu hava lønarkonti í bankanum, sum tilskilaði honum rættin til at taka av lønarkontoini hjá fólki.

Hon veit eisini um fólk, sum vóru í ALS skipanini, og sum einki høvdu at liva av, tí bert 200 krónur vóru eftir á kontoini,tá bankin hevði fingið sín part.

Súsanna Dam veit eisini um nógv fólk, sum fóru av landinum av somu orsøkum, og sum ongantíð koma aftur, tí skuldin liggur og bíðar eftir teimum í Føroyum.


Støðan lítið batnað

Hon heldur ikki, at truplleikarnir eru av enn. Ójavnt er býtt millum ymsu samfelagsbólkarnir, tí munur varð gjørdur á fólki. Tað eru teir, sum fingu ein kjans, meðan tað varð noktað øðrum.

Tað hevur Súsanna Dam, sum er bankalærd og hevur arbeitt eitt mannaminni í føroyska bankaheiminum, støðugt skrivað um í bløðunum seinastu árini.

­ Er skuldin nóg stór, so ber til at fáa hjálp. Eg haldi tað vera sera ómoralsk, at nøkur fingu hjálp, meðan onnur einki fingu, sigur Súsanna Dam, sum heldur, at bankin enn er tvørur at geva fólk skilagóða avtalur um lán, t.d. at umvæla sethúsini.

­ Samstundis liggja snotiligir bilfaldarar frammi, har fólk nærum sjálvi kunnu gera av, hvussu tey vilja gjalda ein bil. Tað ber ikki boð um, at støðan er batnað munandi, sigur Súsanna Dam.