Fólk tysja á ovastevnu

Talið av bátum er vaksið nógv, sum kvøldið er liðið, og í bygdini gerst alsamt trengri. Væntandi er, at tjaldið verður stúgvandi fult, tá Jens Marni fer at spæla til dans. Útlitini til eina góða og vælmøtta ovastevnu í ár eru sera góð. Veðrið í Nólsoy er framvegis gott. Tað er lýtt og turt. Ternan siglir úr Havn hvønn heila tíma fram til klokkan 01, og í bygdini gerst alsamt trengri og trengri, sum tímarnir ganga.

Longu tíðliga seinnapartin var hópur av bátum komin til bygdar, og sum kvøldið er liðið, eru nógvir bátar komnir aftrat, nú líkindini hava verið so góð.

Í løtuni er felagssangur í bygdini, har ein ørgrynni av fólki er við. Eftir sang og fýrverk um midnáttarleitið, fer Jens Marni á pallin í tjaldinum við flakavirkið.

Og øll vita, at hjá Jens Marna kiksar ongantíð... tað koyrir bara!

Fyrireikararnir av ovastevnu fegnast um, at veðurgudarnir hesaferð eru til vildar, og tey vænta, at tjaldið verður stúgvandi fult av fólki, sum náttin líður.

Øll útlit eru til eina góða og langa ovastevnunátt í Nólsoy.

Á Portalinum liggur nú myndafrásøgn. Hetta eru myndir, sum eru tiknar beint fyri nátturða í kvøld.