– Fólk vóru skelkað

Tíbetur sat eingin við rútarnar

Tað var ein skelkandi løta hjá teimum umleið 10 ferðafólkunum, ið vóru umborð á Erlu Kongsdóttir fyrrapartin í dag, tá tveir rútar á stýriborðssíðuni á skipinum brádliga fóru í sor.

– Fólk vóru skelkað, sigur Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ið var við á túrinum til Havnar.

Anne Mette Greve Klemensen greiðir frá, at tað rullaði illa á túrinum, men tað var sum so einki óvanligt í tí. Erla Kongsdóttir sigldi langt norðuri, áðrenn hon sneiddi og sigldi fram við landi móti molanum, og fór at gera nøkur løgin ljóð.

– Skipið ger tá nøkur løgin ljóð, og tá ringdi telefonin hjá mær. Eg sigi við viðkomandi, sum ringdi, at skipið ger nøkur løgin ljóð. So brádliga segði tað "bang", og annar rúturin fór. Eitt eygabil seinni fór hin, sigur Anne Mette Greve Klemensen.

Manningin var uppiá, og tí var neyðugt hjá einum ferðafólki at siga manningini frá, at rútarnir vóru farnir í knús.

Tað var ikki gjørt burturúr, meðan skipið framvegis var á sjónum, og Anne Mette Greve Klemensen varnaðist ikki, at nakar frá manningini kom at ambæta ferðafólkunum. Erla Kongsdóttir sigldi síðani spakuliga inn á Havnina.

Tíbetur fekk eingin skaða av hendingini, og eingin sat við síðuna av rútunum báðum, sum knústust. Men Anne Mette Greve Klemensen øtast um, hvussu skilið kundi verið, hevði hetta verið á næsta túrinum, tí tá eru skúlabørn við, og tey plaga at sita har.

– Tað vóru glaspettir so at siga um alla salongina, sigur Anne Mette Greve Klemensen.