Fólkafest á Vágsbøi

Fyri fýra árum síðani hvarv pallshowið í mjørkanum yvir flogvøllinum. Á náttartíð høvdu Hodgson og Deluxe køvt mjørkan, men Bundesen og hinir shub’arnir settust aftur. Á SummarFestivalinum í ár skal Shu-bi-dua prógva fyri føroyingum, at teir framvegis eru ein tann besti og fólkakærasti bólkurin í kongaríkinum

Tónleikur

Tað mundi kennast sum eitt frískt lot í øllum fullveldisstríðnum, sum var um hetta mundið. Danin var fanin í nógvum leikum, men fríggjakvøldið 5. november 1999 varð alt hetta gloymt eina løtu. Shu-bi-dua stóð á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi, og ummælarin her í blaðnum hevði eitt ordans plettskot, tá yvirskriftin varð sett: »1900 føroyingar í kór: Danmark er et deeeejligt land. Shu-bi duga«.
Tí vóru vónirnar eisini stórar, tá Shu-bi-duga skuldi á Vágsbø at undirhalda festivalgestunum í august mánaði í 2006. Veðurgudarnir argaðu tó frá síni ringastu síðu. Mjørkin lá tjúkkur á flogvøllinum, og tí mátti flogfarið við donsku tónleikarunum venda aftur til Kastrup. Á kvøldið varð roynt aftur, men tá gjørdi búkilska um seg, og boðini til festivalgestirnar vórðu tí, at einki shu-bi-dua kom á pall hetta kvøldið.
Talan gjørdist kosrtini um eitt tað besta festivalkvøldið í søguni hjá festivalinum. Eitt kvøld, har føroysku bólkarnir loftaðu fjøldini, og har Roger Hodgson og Johnny Deluxe spældu til morgunball á Vágsbøi, tá flogfar teirra loksins hevði sett seg. Men tað er nú ein heilt onnur søga.

Skal vera stuttligt
Konsertin í 1999 prógvaði helst, at Shu-bi-dua er eins stórur her á landi, sum hann hevur verið tað í Danmark tey seinastu 37 árini. Tey 1900 atgongumerkini vórðu mest sum skrødd burtur í forsølu, og bara tað í sjálvum sær er jú eisini nakað, sum fullkomliga óvanligt her á landi.
Áhoyraratalið á Vágsbøi tann 6. august í ár verður helst nakað væl hægri enn tey 1.900, sum vóru á hálsi fyri góðum 10 árum síðani. SummarFestivalurin hevur frá byrjan ment seg til at verða størsta tónleikatiltakið her á landi, og í fjør vóru á leið 10.000 fólk savnað á Vágsbøi.
Men hetta er neyvan nakað, sum fær shubbarnar at rista í brókunum. Í samfull 37 ár hevur Shu-bi-dua prógvaði, at teir fram um øll onnur duga at undirhalda. Hóast árini eru vorðin nakað í tali, so er álmannakkin fult bókaður alla summarhálvuna, og uttan iva kundu teir spælt enn meira. Men støðugt hava teir hildið fast um, at ein partur av uppskriftini eisini er, at teir duga at halda frí frá tónleikinum helmingin av árinum.
- Vit hava sangirnar, sum fólkið kennir og kann syngja við til. Vit eru í stóran mun ein syngi-við-bólkur. Vit fáa sera góða móttøku allastaðni, har vit koma, og fólk eru altíð klár at liva við í okkara framførslum, sigur Michael Bundesen, sum í dag er einasti upprunalimurin í bólkinum.
- Hinvegin er tað eisini umráðandi fyri okkum sum spæla, at tað er stuttligt, og eftir øll hesi 37 árini er tað framvegis stuttligt. Vit royna altíð at hava eitt show afturat sjálvum tónleikinum, og tað er nakað, sum broytist frá ár til ár.
- Vit skifta eisini út í programminum hjá okkum, so vit spæla ymiskar sangir frá ári til ár. Sjálvsagt eru tað fleiri sangir, sum vit verða noyddir at spæla hvørja ferð, men aðrar sangir kunnu vit skifta ímillum, og tað gera vit.
- Tónleikurin hevur nógv at siga fyri okkum, og vit venja nógv, áðrenn vit fara á konsertferð. Eisini millum framførslurnar venja vit, so at okkara framførslur altíð kunnu verða góðar, sigur Michael Bundesen.

Alt er loyvt
Og góðar eru tær framførslurnar. Hóast fleiri av løgunum eru fjórðingsøld gomul summi enntá eldri, so fáa hesi framvegis áhoyrararnar uppfrá. Hvalborg, Fed rock, Den røde tråd, McArine, Vuffeli-vov og enska umsetingin av hesum eru sjálvsagdir klassikarar, sum øll kennast við, og sum øll syngja við uppá, tá løgini ljóma um pallin.
Onkra tíð hava tekstirnir eisini havt atfinningar við sær. Ikki minst Vuffeli-Vov, sum fekk alla reyðsokkarørsluna í Danmark at reisast.
- Í niðurlagnum syngja vit »og kvinder for sjov«, og tað fall fleiri fyri bróstið.
Eisini vóru tað nógv, serliga innan kirkjuna, tá vit sungu at »Jesus blev født på anden sal«, men tað hevur altíð lagað seg eftir eina tíð. Í veruleikanum lá hann eisini í krubbuni á aðru hædd í Magasin, so tað var eingin stór lygn, sigur Bundesen við einum skálkabrosi.
Og teir sleppa eisini gott frá tí mesta. Frá at nevna Hitler og »heil« í fólkavognssanginum og frá at syngja um sexchikanu, slikkipinnar, heimabryggj, kannibalar, fíggjarsvik. Ja sjálvt frá at kopiera reglur úr tjóðsanginum inn í sínar sangir.. Einki er tabu og alt er loyvt, tá Shu-bi-dua fara á pallin við sínum framførslum

Gleða seg til Føroyar
Hóast teir eisini eru átøkir fólkaogn í Føroyum, so er hetta bara næsta ferðin, at Shu-bi-dua koma á pall í Føroyum. Men Bundesen sjálvur leggur dent á, at hetta avgjørt ikki er orsakað av vantandi hugi til frá teirra síðu. Heldur tvørtur ímóti.
- Vit spæla fyri tað allarmesta í Danmark, so tað er deiligt at sleppa at royna okkurt annað. Tí gleða vit gleða okkum sera nógv til at koma til Føroya at spæla. Tað var fantastiskt at spæla í Føroyum seinast, so vit eru sera spentir til at koma aftur í ár.
- Tað er ikki so ofta, at vit ferðast uttan fyri Danmark við okkara tónleiki, so vit royna altíð at njóta tað, tá vit fara avstað. Vit hava fleiri ferðir spælt fyri dønum uttanlands, millum annað í Australia, USA, Italia og aðrastaðni, og tað hava altíð verið góðar ferðir.
- Seinast vit vóru í Føroyum, spældu vit í eini ítróttarhøll, men hesaferð spæla vit uttandura, og sum eg havi skilt, so verða tað fleiri ferðir so nógv fólk og lurta eftir okkum hesaferð.
- Vit fara at spæla somu sangir, sum vit vanliga spæla í Danmark, tá vit koma til Føroya. Seinast upplivdu vit, at føroyingar kendu allar okkara sangir. Tá vistu vit faktiskt ikki av, at føroyingar kendu okkara tónleik so væl, men tað gjørdu teir. Tað var sera hugaligt at uppliva, og vit ætla at geva føroyingum eina ordans konsert aftur hesaferð.