KA var á odda tríggjar ferðir men tað rakk ikki til sigurs

Tað endaði 3-3 millum Afturelding og KA Akureyri

Jóan Símun Edmundsson spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir vóru partur av einari málríkari uppgerð í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Mosfeslsbær leikti KA Akureyri javnleik 3-3 móti Afturelding.

 

Tað kunnu Jóan Símun og liðfelagarnir iðra seg um, tí teir vóru á odda heilar tríggjar ferðir.

 

Guðjón Ernir Hrafnkelsson legði KA á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tíðliga í seinna hálvleiki javnaði Afturelding til 1-1. Hallgrímur Mar Steingrímsson legði KA á odda 2-1 í 63. minutti, men 16 minuttir seinni javnaði gamli KÍ-áleyparin, Luc Kassi til 2-2. Hallgrímur Mar Steingrímsson legði KA á odda 3-2 í 84. minutti, men tað gekk bara ein minuttur, so hevði Afturelding javnað til 3-3.

 

KA er nummar átta í deildini við 23 stigum. Teir eru tvey stig frá sætta plássinum, ið gevur atgongd til ovara endaspælið. Fram hevur 25 stig á sætta plássinum.

 

Komandi sunnukvøld klokkan 18 tekur KA móti júst Fram á heimavølli. Eftir tann dystin eru tveir dystir eftir at leika í grundspælinum.