Síðani heimarstýrislógina hevur Javnaðarflokkurin verið í 12 samgongum, sum hava sitið í 11 ymsum valskeiðum. Tvær ferðir eru samgongurnar broyttar. Fyrra ferðin var, tá Fólkaflokkurin varð koyrdur úr tvíflokkasamgonguni við Javnaðarflokkin í 1993, seinna ferðin, tá Tjóðveldi varð koyrt úr CHE samgonguni, og onnur ABC samgongan varð skipað.
Men tað sum eyðkennir samstarvið millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin er, at Javnaðarflokkurin missir atkvøður.
Í valskeiðunum frá 1974 til 1980 var Javnaðarflokkurin í samgongu við Fólkaflokkin og Tjóðveldi. Tá misti Javnaðarflokkurin atkvøður til Sambandsflokkin. Afturgongdin var um fýra prosent hesi árini.
Eftir samgonguna við Fólkaflokkin frá 1991 - sum tó seinni varð til samgongu við Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin, hevði Javnaðarflokkurin sína higartil størstu afturgongd - hann misti 12,2 prosent.
Eftir fyrru ABC samgonguna misti Javnaðarflokkurin 2,5 prosent, og nú tann seinna ABC samgongan syngur síðsta vers stendur Javnaðarflokkurin til at missa 6,7 prosent.
Sostatt kunnu vit - út frá hagtølunum - staðfesta, at Javnaðarflokkurin missur nógvar atkvøður av at samstarva við Fólkaflokkin.
Ella sum Jóannes Eidesgaard segði á landsfundinum herfyri:
- Vit eru í einum borgarligum mjørkatámi, sum ger tað trupult hjá okkara fólki at kenna okkum aftur...
Tað tolir Javnaðarflokkurin eftir øllum at døma ikki.