Fólkaflokkurin fund við P/F Vágatunnilin

Fólkaflokkurin hevur biðið um fund við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin fyri at finna út av, hvussu leiðslan hevur roknað seg fram til prísin, ið varð kunngjørdur hósdagin. Í oddagrein í Dagblaðnum finst Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá flokkinum, hvassliga at prísásetingini.

Fólkaflokkurin hevur biðið um fund við leiðsluna fyri P/F Vágatunnilin, eftir at partafelagið nú loksins hevur ásett prísin fyri at nýta fasta sambandið undir Vestmannasund.
Fólkaflokkurin hevði landsfund um vikuskifti, og har var semja um at gjaldið fyri at nýta tunnilin er sera høgt. Jóanis Nielsen, tingmaður floksins í Vágoynni, sigur, at fundurin við P/F Vágatunnilin, sum skal vera týsdagin, vónandi gevur eina mynd av, í hvønn mun prísurin kann broytast.
Dávid Reinert Hansen, stjóri í P/F Vágatunnilin, sigur, at teir altíð eru til reiðar at kunna um sítt virksemi, er áhugi fyri tí, og tí hevur hann einki ímóti at fara á fund við Fólkaflokkin týsdagin.

Lemjandi atfinningar
Í oddagrein í Dagblaðnum finst Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, hvassliga at prísinum, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur ásett fyri at nýta tunnilin.
Niðurstøðan í oddagreinini er, at høgi prísurin avgjørt er við til at halda ferðsluni niðri, tí fólk fara stutt sagt at halda seg aftur við at nýta tunnilin. Óli Breckmann spyr millum annað, hví leiðslan fyri P/F Vágatunniln við makt roynir at halda bilaferðsluni um Vestmannasundi níðri á 350 bilum um samdøgrið, við at áseta ein so høgan prís. Niðurstøðan er stutt og greitt, at prísásetingin, sæð út frá handilsligum sjónarmiðum, er púra burturvið