Fólkaflokkurin hevur nú heitt á danska uttanríkisráðharran, Lene Espersen, um ikki at viðurkenna ein palestinskan stat, sum støðan er nú.
Hetta stigið tekur Fólkaflokkurin eftir at vinafelagið Føroyar/Ísrael hevur heitt á flokkarnar á Løgtingið um at boða donsku stjórnini frá, at hon eigur ikki at atkvøða fyri at statuturin Palestina verður stovnsettur.
Atkvøðugreiðsla verður um hetta í ST í heyst.
Tí hevur Fólkaflokkurin nú vent sær til samstarvsflokk sín í¬ Danmark, Konservative Folkaparti og uttanríkisráðharran, Lene Espersen, og heitt á donsku stjórnina um ikki at atkvøða í¬ ST fyri einum palestinskum stati.
Danska stjórnin eigur í hvussu so er ikki at atkvøða fyri tí, fyrr enn Al Fatah og Hamas hava slept kravinum um, at Ísrael verður ruddað av landkortinum, sigur Fólkaflokkurin.