Fyrst í 80'unum vardi og hálovaði stavnamaðurin í Dagblaðnum gamla føroyska bóndasamfelagið, ið kúgaði føroyingin so harðliga, sum tað nú einaferð lat seg gera. Bóndin hevði honds- og hálsrætt yvir arbeiðsfólkunum, ið onki áttu, men sum skuldu offra alla teirra orku og meira afturat, fyri so mikið av føði, at tey kundu yvirliva, men heldur ikki meira, og soleiðis, at tey kundu halda áfram sum trælir bóndans, ið átti alt: jørðina, hagan, fjøllini, fuglin, fjørðina og fiskin. ??Fæloysingar á Reyni í Havn vórðu m.a. forðaðir í at kasta nót, tí teir stóðu á landi og drógu, og landið átti bóndin. Fæloysingar kring landið áttu ikki bát, men vórðu tvangsútskrivaðir at rógva út við bóndans og kirkjunnar bátum. ??Einasta bjarging hjá einstøkum fæloysingum var, tá bóndin hevði gjørt upp í uttangarðs og fyri at sleppa burtur úr hesum á frægasta og friðaligasta hátt, gav einum av sínum fæloysingum so mikið av jørð, at hann kundi giftast við gentuni.??Seinri, tá bóndin var reiðari og handilsmaður, minnast menn, at hann útnyttaði fátæku fiskagentuna við t.d. at lova henni skógvar fyri sex, tó so, at hon bert fekk annan skógvin í fyrsta umfari, tí so varð hon noydd at servicera hann enn einaferð, fyri at fáa seinra skógvin.??Og hetta verja stavnamenn fólkafloksins enn, hóast teir av søguligum orsøkum hava verið noyddir at moderera seg her heima. Men tað sær út, sum um teimum leingist eftir einari politiskari skipan, sum minnir um ta gomlu, tí teir stuðla øllum skipanum í øðrum londum, sum hava innbygt líknandi fanansskap.??Í 1936 fekk javnaðarflokkurin - ið varð stovnaður í 1927 - sítt besta val, og fyri at forða honum í at fáa umsett atkvøðurnar í praktiskan politik við javna, frælsi og brøðraskapi, stovnaðu fólkafloksfólk vinnuflokkin, sum í 1940 broytti navn til hin radikala fólkaflokkin, sum sjálvandi longu tá vísti seg at merkja ein harðrendan kapitalistiskan, bónda-, handilsmanna og reiðaraflokk, hvat hann var og er, men hann gevur seg eisini út fyri at vera loysingarflokk, men hetta síðsta hevur hann so dyggiliga prógva bert eru luftkastellir og vindfrikadellir sum liður í teirra støðuga atkvøðufiskaríi, serliga upp til val. Tí bæði í 1946 og í 2002 stungu teir pípina inn og fóru í samgongu við, ja við hvønn uttan hálvbróðurin í andanum - nemliga sambandsflokkinum. ??At javnaðarflokkurin eisini er farin í song við teim høgraradikala er ikki bara ófatiligt, men fullkomuliga óacceptabult, og hetta má føra til sundurlesing í hjúnalagnum flokkanna millum . Tí um flokkurin ikki opinlýst angrar og biðjur teirra veljarar um fyrigeving, meðan teir svørja upp á, at tað er síðsta fer, at teir eru ótrúgvir móti bæði teimum og javnaðarhugsjónini, so verður galin endi. ??Vilja teir framhaldandi fasthalda fólkaflokspolitik, so kunnu teir bara skifta flokk, í staðin fyri at gera javnaðarflokkin til eina litla reyða jollu, har Jóannes situr afturi í rong við beinunum á stokkunum við pípu, meðan hann við jøvnum millumbilum fær ein luns at sissa seg við , alt meðan jollan verður sleipað um høv, firðir og sund av hesum svarta skipi, ið mest minnir um eitt sjórænaraskip, og sum førir seg fram á líknandi hátt, sum hesu hava gjørt og enn gera.??Seinastu uml. 40 árini hava vit verið vitni til fíggjarligt svans og beinleiðis ólógligheitir, har fólkaflóksins stavnamenn bæði politiskt og privat hava verið handan lógarinnar mørk, uttan tó at fellan er smekka í lás, sum hon átti, og kanska eisini hevði gjørt, um talan hevði verið um onkran meinigan mann. ??Ráðfiskagrunnurin, ið fekk upp til 500 mill.kr. í studningi til høvuðsvinnuna, og har menn m.a. praktiseraðu, at koyra fisk inn á flakavirkið í øðrum endanum og út á ruskplássið í hinum endanum, tí tá hevði fiskurin verið á virkinum, soleiðis sum kravt var, og studningurin tí varð útgoldin. Hvør kann legitimera tílíkt? Og kunnu teir, ið legetimera tílíkum, stjórna nøkrum landi yvirhøvur. ??Og hvat við kemikaliuskipunum, sum vórðu keypt uttan eginpening, ein ólógligur framferðarháttur, ið gjørdist fyridømi fyri eftirfylgjandi skip, og sum var viðvirkandi til húsagangin í 1992, har teir seku vórðu fríkendir, meðan ein, ið skrivaði um óskilið, varð dømdur, tí hann hevði skrivað um tað. Segði nakar: bananrepublik ella rættari sagt: bananríksfelagsskapur, 'hvor man hænger de små tyve, mens man lader de store løbe', og til dagin í dag hevur fólkið góðtikið, at so er, í staðin fyri at kravt, at lógin verður fylgd, og at mann búrar tey inni, ið hava fortjent tað, óansæð status, familju ella politiska áskoðan.??Hvussu virðingin ella rættari sagt vanvirðingin hevur verið fyri tí almenna, kann m.a. staðfestast í fólkafloksins stríði móti barnagarði síðst í 70'unum. Stavnamaðurin møtti upp á bygd til almennan fund - tilkallaður av lokalum fólkafloksfólki - fyri at forða einari ætlan um at byggja ein hart tiltrongdan barnagarð, og hann skírdi upprunan til barnagarð fyri heilaspuni sett í system av rottugranskarum, sum yvirførdu rottugranskingina til tað góða, ið segðist um hesar stovnar, meðan sannleikin var tann, at stovnarnir oyðuløgdu børnini. Ein av stigtakarunum var síðani úrlatin í Dagblaðnum til alment fornøjilsi fyri ikki at vita, hvat hon gjørdi, tí hon skuldi vera indoktrinerað av sálarfrøðisligum lesna, ið var tað reina nonsen. ??Men stigtakararnir bognaðu ikki. Barnagarðurin kom, og skjótt gingu stigtakarnir til álopini á íverksetarar og stovn, sum hjálparfólk og námsfrøðingar á stovninum, meðan børn teirra saman við nógvum øðrum børnum nýttu tilveruna í barnagarðinum, meðan foreldrini vóru í vinnu. Soleiðis kann tað eisini ganga. Og meðan eg vísi til Dagblaðið, so eiga gomul Dagbløð at gerast obligatoriskur lesnaður - serliga frá -70 og til blaðið sakk - í øllum skúlum frá 14 ár aldri og uppeftir í samfelagslæru til "skræk og advarsel" fyri núverandi og komandi ættarliðum. Landsbókasavnið eigur øll, men tey áttu kanska at verðið útgivin, so tey vórðu lættari at røkka..??Heitini kapitalista- , ríkmanna-, bónda- handils- og reiðaraflokkur hevur hin radikali fólkaflokkurin livað upp til frá byrjan, og hesum - og bert hesum - hevur hann stríðst fyri burturi og heima, og tað í 'den grad', at mangir føroyingar hava følt djúpa skomm av tí, m.a. tá hann hevur stríðst fyri at varðveita Apartheid í Suðurafrika, samstarva við nýnazistar og vart høgraradikalar kring knøttin í teirra kúgan, píning og drápum av ósekum kvinnum og monnum.??At javnaðarflokkurin er farin so langt av kós, og at teir liggja í við teim høgraradikalu á 8. ári, er størsta núverandi politiska skandala fyri vinstraveingin og Føroya fólk sum heild (tá vit síggja burtur frá ríkmannabjølgunum í fólkaflokshami).??Tað einasta rætta hevði verið, um fólkaflokkurin varð útihýstur frá allari politiskari ávirkan, tey komandi heilt mongu árini. Tí føroyingar eiga at vísa - bæði yvir fyri hvørjum øðrum, men eisini yvir fyri umheiminum, at her býr eitt friðarelskandi fólk, ið einans stríðist fyri góðum livikorum, javnrættindum og frælsi, og av somu orsøk vendir sær frá øllum høgraradikalum virksemi bæði burturi og heima.?