Árligi fólkafundurin á skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar verður í morgin
Eins og undafarin ár verður fyrsta sunnudag í august farið niðan á Skarð til árliga fólkafundin.
Fólkafundurin verður sostatt - um viðrar - sunnudagin 7. august kl. 15.30.
Røðari verður Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum.
Eins og vanligt verður eisini felagssangur og hugni.
– Farið verður til gongu frá Kunningarstovuni á Bugnum kl. 14. Verið væl klødd og skødd og havið gjarna mat og drekka við, tí til ber at leggja sær leiðina víðari á Rustarkamb og Altarið ella á Borgina, um veðrið er til vildar. Forsøgnin sigur gott veður seinnapartin sunnudag, so tað verður helst ein góður dagur, siga tey av Kunningarstovuni í Fuglafirði.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr í Fuglafirði