Um viðrar verður árligi fólkafundurin á Skarðinum sunnudagin, 5. august. Farið verður til gongu niðan frá kunningarstovuni/bókasavninum kl. 14. Byrjað verður uppi á Skarðinum uml. kl. 15. Sum undanfarin ár verður hugni við felagssangi og røðu. Røðarin í ár er Kristin Poulsen, fyrrv. lærari. Verið væl klødd og skødd.
Øll eru vælkomin, sigur Fuglafjarðar Fornminnisfelag, skipar fyri.