Fólkakirkjan stór fet nærri yvirtøku

Áðrenn november mánaður er runnin hevur landsstýrismaðurin við kirkjumálum verið á fýra fundum við føroysk umboð innan kirkjuna og á einum fundi við donskum embætisfólki. ?Tá vita vit, hvussu langt er eftir á mál, sigur Annlis Bjarkhamar

FÓLKAKIRKJAN

Næsti hálvurannar mánaðurin ella so fer at hava stóran týdning fyri arbeiðið at yvirtaka Fólkakirkjuna. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður við kirkjumálum, sigur, at hon innan ein mánað skal á fýra fundir við ymisk føroysk umboð. Ein fundur verður við bisp, Hans Jákup Joensen og ein við dómpróstin, Bjarna Bæk. Eisini skulu Jákup Reinert Hansen, formaður í Prestafelagnum og Edvin Joensen, formaður fyri Landsfelagið fyri kirkjuráðslimir, á fund við Annlis Bjarkhamar, áðrenn 30 dagar eru runnir.
Ikki nokk við tí, men í november mánaði koma donsk embætisfólk til Føroya at fundast. Hesi koma frá Kirkeministeriet, og saman við føroysku embætisfólkum verður fundur hildin um víðari leistin í sambandi við yvirtøkuna av Fólkakirkjuni. Fundurin verður á embætismannastigi, sigur Annlis Bjarkhamar.

Betri tóni
Ì sambandi við arbeiðið at yvirtaka Fólkakirkjuna hava nógvar ákoyringar verið móti Annlis Bjarkhamar fyri ikki at gera, sum tað stendur skrivað í samgonguskjalinum, t.e. ikki at taka allar partar við í samráð.
Annlis Bjarkhamar sigur sjálv, at hon ongantíð hevur ætlað at hava nakra dulda dagsskrá, og soleiðis verður tað heldur ikki í framtíðini.
Teir fýra fundirnir við føroysk umboð verða ? sambært Annlis Bjarkhamar ? kunnandi, har greiða kann fáast á nøkur ivamál. Eisini ætlar Annlis at tosa nærri um, hví kjakið um Fólkakirkjuna fór soleiðis av sporinum herfyri. Og tónin er vorðin munandi betri, heldur Annlis Bjarkhamar.
Sjálvt samráðingaruppleggið er rættiliga fastlagt, men fundarluttakararnir fáa møguleikan at gera viðmerkingar.
?Tað vóru fleiri, sum mettu, at dialogurin í sambandi við yvirtøkuna ikki var nóg opin. Hetta havi eg tikið til eftirtektar, og vit royna at halda góðar og opnar fundir, har alt verður greitt staðfest, sum fer fram á fundinum. Allir partar ynskja skipað viðurskifti, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hóast prestarnir og onnur óivað hava sínar meiningar um yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, so ger Annlis Bjarkhamar púra greitt, at avgerðin um yvitøku ella ikki er og verður politisk.
Tingið fær eisini møguleikan at siga sína hugsan, tá málið verður viðgjørt í einum orðaskifti, tá málið er búgvið til tess. Annlis sigur, at tingfólk greitt hava víst áhuga fyri at fáa eitt orðaskifti.

Nýta verandi lógarverk
Annlis Bjarkhamar vísir staðiliga aftur, at ætlanin er, ella nakrantíð hevur verið, at yvirtaka fólkakirkjuna, uttan at lógarverk fylgir við.
?Tað hevur ongantíð verið ætlanin bara at yvirtaka, uttan at vita hava nakað lógarverk. Vit skulu yvirtaka og so nýta verandi lógarverk, áðrenn nakað annað verður sett í gildi, sigur Annlis Bjarkhamar.
Eitt álit er skrivað um bygnaðin av fólkakirkjuni, men ógreitt er, nær hesin verður tikin í nýtslu. Eisini skal bygnaðurin og lógarverkið samtykjast fyrst av Føroya løgtingi.
Annlis Bjarkhamar vil ikki seta nakran dag, tá Fólkakirkjan er endaliga yvirtikin.
?Hetta verður gjørt so skjótt, vit eru klár. Hendan næsta tíðin vil vísa okkum, nær vit kunnu koma á mál, sigur Annlis Bjarkhamar.