- Í løtuni missa vit 150 fólk á hvørjum ári. Hetta er ein ómetaliga álvarsom støða hjá landi okkara at vera í. Vit liva í einum friðarligum samfelagi. Her er einki kríggj. Eingin hungursneyð. Men kortini streyma fólk av landinum. Og kortini flyta ov fá fólk til Føroya.
Soleiðis skriva ritstjórarnir Høgni Reistrup og Heri á Rógvi í nýggju bókini Exit Føroyar, sum forlagið Sprotin gevur út í næstu viku.
Bókin snýr seg um fólkfráflytingina úr Føroyum, hvørjar avleiðingarnar eru, hvussu fólk uppliva støðuna, og hvat kann gerast fyri at venda gongdini.
- Vit hoyra nógv um álvarsomu støðuna, men ritstjórnin hevur saknað eitt filtur, sum sílar mýtur og fáfongd frá virðismiklum eygleiðingum og góðum greiningum. Tí hava vit heitt á vanlig fólk, vinnulívsfólk, lærd fólk og politikarar um – við einum jaligum hugburði – at viðgera evnið við støði í egnum royndum. Hóast uppgávan ikki er løtt at loysa, er tað givið, at vit ikki flyta fólkatalið rætta vegin bert við at finnast at. Atfinningar eru neyðugar, men uppbyggjandi tilgongdin er avgerandi fyri at venda verandi gongd, siga ritstjórarnir.
- Við støði í persónligum frásagnum og royndum í Føroyum og uttanlands vísa fólkini í bókini á gongdar leiðir, tí gleðiligu tíðindini eru, at fólkaminking kann vendast til fólkavøkstur, hóast tað ikki er nøkur loyna, at tað kostar nógvan pening, siga teir.
Her á síðunum prenta vit nøkur brot úr Exit Føroyar.