BISKUPSVAL
Marjun Bæk, sóknarprestur í Kvívík, var tann av kandidatunum til biskupsvalið, sum seinast kom upp í tann almenna valdystin um biskupsembætið. Tó sigur hon seg hava stillarar úr nógvum bygdum og býum í landinum.
Hon man vera tann presturin í landinum, sum hevur verið eina ídnast at eftirútbúgva seg og dagføra sínar guðfrøðiligu førleikar. Á næstan hvørjum ári hevur hon luttikið á skeiðum, og eisini hevur hon sum nevnarlimur í Prestafelagnum arbeitt fyri at fingið teologiskar kapasitetir hendanvegin at halda skeið.
Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur?
- Eg bleiv spurd av ymiskum fólkum, sigur Marjun Bæk, ið leggur afturat, at hon hevði gjørt av, at fekk hon eina seriøsa áheitan, so tók hon hetta sum eina dygga álitisváttan.
- Men eg havi ongantíð gingið við einum biskupi í búkinum, sigur presturin á Kirkjuteigi í Kvívík.
Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna annars í Føroyum?
- At vera bispur er ikki stórt øðrvísi enn at vera prestur, bæði eru álitisstørv. Tað er sjálvandi eitt annað øki, tí tú skalt arbeiða við lógum, sum bispur eru øll prestagjøld tín sókn, og tú ert prestur fyri prestarnar og skal geva teimum góð arbeiðskor og stuðla teimum.
Fleiri prestar
Marjun Bæk undirstrikar, at eitt av hennara aðalmálum er at veita góða eftirútbúgving, og at hetta skal verða lætt at fáa hjá prestunum.
- Eg kundi eisini ynskt at fingið fleiri prestar, tí so vóru fleiri uppgávur gjørdar, sigur Marjun Bæk.
Í dag eru 23 prestar í Føroyum umframt bisp og dómpróst. Spurd, hvussu nógvar prestar, hon ynskir vóru í Føroyum, sigur Marjun Bæk: 30.
Hon heldur, at sum er, eru prestarnir niðurbundnir av uppgávum, og hon kundi hugsað sær, at samskiftið millum t.d. skúlan og kirkjuna varð betri. Harafturat kundu prestar verið settir afturat at tikið sær av at gjørt nýggjar lestrabøkur, ískoyti til sálmabók, tilfar til konfirmantaundirvísing og stuðlað prestunum annars. Somuleiðis kundi ein prestur verið á Stiftsstjórnini, sum burturav tók sær av hesum.
Marjun Bæk undirstrikar, at hetta als ikki skal fatast sum ein kritikkur av núverandi leiðsluni í kirkjuni, men sum ein ásannan av, at fyri at røkka hesum endamálum er neyðugt at hækka talið av prestum upp í 30.
Marjun Bæk leggur eisini alstóran dent á, at hóast vit fingur 30 prestar í Føroyum, so skuldi deknaguðsguðstænastan ikki dottið burtur.
- Tað er ein fongur í okkara deknaguðstænastu, og eri glað fyri hana.
Spurd, um hon heldur tað vera realistiskt at fáa talið av prestum upp á 30, nú kirkjan er yvirtikin, sigur Marjun Bæk, at hon helt allatíðina, at lógarverkið skuldi verið liðugt áðrenn kirkjan varð yvirtikin, av tí at hetta nú kann koma at ávirka arbeiðið hjá komandi bispi. Røðan, sum helt ólavsøkudag fyri innbodnum døgurðagestum á Føroya Tele, har hon m.a. segði, at tá Móses kom oman av fjallinum, hevði lógirnar við sær, men at í Føroyum eru kirkjulógirnar ikki lidnar enn, er longu vorðin tiltikin.
Løgtingið skal skapa karmarnar
Marjun Bæk leggur fleiri ferðir samrøðuni dent á fólkaræðið í kirkjuni.
- Skipanin í kirkjuni er fólkaræðislig, og tað er ein góður eginleiki.
- Hetta er ein innbygd trygd í okkara skipan.
- Okkara kirkja hevur altíð verið fólksins kirkja. Hetta skulu vit ikki nerta við. Ein fólkakirkja er ikki eitt tómt hugtak hjá mær, sigur Marjun Bæk, sum sigur seg vera fyri núverandi skipan, har parlamentið, tvs. Løgtingið, smíðar lógirnar hjá kirkjuni. Hon er ímóti, at at gera kirkjuna til eina sokallaða synodukirkju.
- Eg eri harðliga ímóti eini synodukirkju. Tað eru tey somu fólkini, ið ganga í kirkju, sum eru í Tinginum. Tað er bara hvør sín uppgáva. Løgtingið skal skapa karmarnar, so skulu vit skipa fyri innihaldinum, sigur Marjun Bæk.
Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá bispi?
- Ein tíð fer sum sagt at ganga við at fylgja við lógararbeiðnum, sigur Marjun Bæk, sum annars nevnir tað umsitingarliga arbeiðið, samstarv við kirkjuráðiðini, setan av nýggjum prestum, bisukupseksamia, har nýggir prestar skulu til eina roynd hjá bispi o.a.
Betri kor til urguleikarar
Útbúgving er sum nevnt eitt av hjartamálunum hjá Marjuni Bæk, og av tí at prestastarvið kann vera eitt einsamalt starv, fyllir m.a. eftirútbúgving og skeið nógv hjá henni. Sjálv heldur hon, at tilboð um skeið fyri prestar skuldu staðið prestunum í boði hvørt ár.
Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini?
- At fáa fólk at ganga meira í kirkju og at syrgja fyri, at tey fáa nakað við út aftur, sigur Marjun Bæk.
Hon metir, at tað átti verið meira samvera millum prestarnar, so tey kundu brúkt hvørt annað meira.
Prestur heldur tó eisini, at aðrir partar í kirkjuni áttu at sæð meira til hvønn annan. Marjun Bæk sigur, at sum nú er, eru feløg fyri prestar og kirkjuráðslimir, men at tað sambært henni eisini áttu at verið okkurt forum fyri t.d. kirkjutænarar.
Í hesum sambandi nevnir hon, at tað átti at verið skipað fyri einum kirkjudegi um árið, har allir hesir bólkar savnaðust til at viðgera kirkjunnar viðurskifti.
Somuleiðis metir hon, at urguleikararnir, sum fakfólk, eiga at fáa betri kor í kirkjuni, og at samstarv eigur at verða við Musikkskúlaskipanina um útbúgving av urguleikarum.
Sálarrøkt og fakligt støði
Sum nevnt brennur Marjun Bæk fyri útbúgving og skeið fyri starvsfólkið í kirkjuni, og hon er sannførd um, at bispur eigur at vera ein teologur, sum er fakliga væl fyri.
Í hesum sambandi heldur hon eisini, at ein universitetsútbúgving eigur at vera minsta krav, sum er eins góð, og tær bestu í norðurlondum.
- Tað fakliga støðið skal vera høgt, bæði fyri at prestur skal røkka langt út, men eisini fyri at kirkjufólkið skal fáa eina ordiliga behandling, sigur ein avgjørd Marjun Bæk, og kemur her inn á spurningin um sálarrøkt. Hon metir nevniliga, at her krevst ein dygg útbúgving og eftirútbúgving.
- Eg haldi, allir prestar skulu hava eyka útbúgving í sálarrøkt áðrenn, teir hava sitið 4 ár í starvi, sigur Marjun Bæk.
- Onnur fólk, eisini uttan fyri Fólkakirkjuna, eru eisini vælkomin til prest, og tað skal vera eitt av argumentunum fyri, at vit hava eina landskirkju, sigur Marjun Bæk, sum grundgevur fyri, at kirkjan skal vera ein kirkja fyri alt fólkið.
- Vit kunnu róliga tosa um tolsemi í okkara kirkju, tí tolsemi er enntá í Bíbliuni, sigur Marjun Bæk og sipar m.a. Jóhannes 1,26, har tað stendur: Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! ella sum kvíkarprestur sigur tað á látíni: Agnus Dei, qui tollis peccata mundi og verður hetta brúkt í nógvum tónleikaverkum/messum saman við trúarorðum o.ø.
- Vit hava ein tolsaman Gud, hann tolir alt, sigur Marjun Bæk.
--- --- -- --- --
MYNDATEKSTUR
- Tað fakliga støðið skal vera høgt, bæði fyri at prestur skal røkka langt út, men eisini fyri at kirkjufólkið skal fáa eina ordiliga behandling, sigur ein avgjørd Marjun Bæk, og kemur her inn á spurningin um sálarrøkt. Hon metir nevniliga, at her krevst ein dygg útbúgving og eftirútbúgving.
- Eg haldi, allir prestar skulu hava eyka útbúgving í sálarrøkt áðrenn, teir hava sitið 4 ár í starvi, sigur Marjun Bæk.
--- --- -- -- -- -- --
Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Marjuna Bæk, prest.