Fólkaskúlin
Dávur Eyðunsson Sørensen og Sigrun Næs Joensen fluttu til Føroya, áðrenn Signa Vár fór í fyrsta flokk, tí tey ynsktu at geva dóttir teirra eitt frítt og trygt umhvørvi. Og 9 ára gamla Signa Vár trívist væl sum granni hjá abbanum, og í Hoyvíkar skúla fær hon stuðul til læring og umstøður at spæla í frið fyri seg sjálva.
Men hóast foreldrini gleðast um, at dóttirin trívist, so eru tey eisini móð av at ganga frá hurð til hurð fyri at fáa hjálp til dóttrina, og tey vita ikki, hvussu hon mennist, tí eingin støðumeting er gjørd, síðani tey fluttu heim.
Signa Vár gongur í triðja flokki, og við síni vøkru útsjónd og blíða sinnalagi líkist hon einari heilt vanligari, fittari gentu. Men hon hevur fingið staðfest infantila autismu, sum millum mangt annað merkir, at hon ikki dugir so væl at avlesa sosialar reglar, og henni dámar best at spæla fyri seg sjálvan.
Ósjónligi veikleikin
Tað eru nógv færri gentur enn dreingir, sum hava autismu, og sagt verður, at gentur tykjast at klára seg betur, tí gentur duga betri at hava fleiri strategiir í høvdinum í senn. Men fitta fasadan fjalir eitt innara kaos, har genturnar alla tíðina royna at rokna seg fram til, hvat er best at gera, tí einki kemur náttúrligt.
Tá Signa Vár var til psykologiska kanning niðri, áðrenn tey fluttu, varð staðfest, at hon er málsliga seinment, men á ávísum økjum, t.d. visuelt og analytiskt, var hon væl frammanfyri javngomul børn. Nú hevur hon gingið í skúla í tvey ár, men eins og øll hini børnini í føroyska fólkaskúlanum verður læring hennara ikki eftirmett, og foreldrini vita tí ikki, hvussu hon er fyri í mun til onnur børn.
- Eg havi ein hjálpara, tí tað er betri at hava tveir lærarar enn ein, sigur skilagóða Signa Vár.
- Tað er eisini gott, tí so kann eg duga líka væl sum hini.
Hon fortelur, at í fríkorterinum spælir hon onkuntíð við hini, men ikki við dreingirnar, sum spæla eitt fótbóltsting.
Í skúla fyri at læra
Mamma Signu Vár, Sigrun, sigur, at hon einaferð hoyrdi ein siga, at tað var gott at børn við serligum tørvi gingu í fólkaskúlanum, tí so lærdu tey sokallaðu vanligi børnini at taka fyrilit og vera góð við tey veiku.
- Men børn við serligum tørvi ganga ikki í skúla fyri at onnur skulu læra, men fyri at tey sjálvi skulu læra, slær hon fast. Men tá eingin eftirmeting er í skúlunum, er ringt at vita, um Signa Vár lærir tað, sum hon skal.
Sigrun og Dávur hava javnan eftirspurt støðumeting av Signu Vár men higartil við ongum úrsliti. Men fyri stuttum fingu tey stuðul frá heilsusystrini á skúlanum í hesum málið, so nú er umsókn farin umvegis skúlan til Sernámsdepilin um eina fakliga kanning.
- Men eg vænti einki, sigur Sigrun og suffar.
- Nú er Signa Vár komin í triðja flokk, og tað verður so líðandi torførari fyri hana at fylgja vanligu undirvísingini, og tá stuðulin, sum klassin hevur havt í tvey ár, fer í annað starv, og skúlin skal seta nýggjan stuðul í klassan hjá dóttrini, høvdu vit ynskt, at komandi stuðulin var útlærdur lærari. Men tað kunnu vit ikki vænta, sigur Dávur.
Tey góðu flýggja
Sigrun og Dávur hava verið glað fyri teir stuðlar, sum hava verið í klassanum og í frítíðarskúlanum. Men starvið sum stuðul er eitt ótakksamt starv, sum ikki verður virt nóg høgt, halda tey.
Stuðulstørvini eru leys størv, sum hvørki eru spennandi, trygg ella lønandi nokk fyri teir góðu lærararnar. Og Dávur skilir eisini væl, at hugurin ikki er stórur til eitt arbeiði, har skipanin í alt ov lítlan mun stuðlar upp-undir arbeiðið við tí einstaka barninum.
Og umleggingin av allari stuðulsskipanini, sum var framd fyri stuttum, hevur bara verið til tað verra.
- Signa Vár hevði verðins besta stuðul í frítíðarsskúlanum, vit kunnaðu hana regluliga um, hvussu tað gekk heima við hús, og hon fortaldi okkum, um hvussu tað gekk í frítíðarsskúlanum. Og Signa Vár kendi seg tryggan hjá henni, greiðir Sigrun frá.
Men so var skipanin umløgd, soleiðis at stuðulin ikki longur var knýtt at ávísum børnum og foreldrum, men heldur stovninum. Hetta broytti støðuna fullkomiliga. Gamla virkandi skipanin, upparbeidd gjøgnum fleiri ár, var tileinkisgjørd uttan at nakað munagott var klárt at seta ístaðin og við nógvum órógvi til fylgju.
Og stutt eftir segði góði stuðulin upp, sigur Sigrun.
Sakna kunning
Sigrun og Dávur fylgja væl við í, hvussu Signa Vár hevur tað í skúlanum, og tey hava stríðst fyri at hon fær umstøður at læra.
- Alt annað hevði verið skeivt, sigur Sigrun, mann kann ikki skúgva alt yvir á skúlan, mann skal sjálvur vera virkin í gongdini. Men samstundis halda tey ikki tað kann vera rætt, at bara tey foreldur, sum berjast við hond og fót, fáa neyðugu kunningina um hvat ber til og ikki.
- Eg kann ikki ímynda mær, hvussu tað hevði verið, um vit ikki høvdu fingið diagnosuna, áðrenn vit fluttu heim. Tí niðri fingu vit beint aftaná diagnosuna bæði psykologhjálp og kunning um teir møguleikar og rættindi, sum Signa Vár hevur, greiðir pápin frá. Men tað kemur ikki fyri her.
Hann er skrivari í Landsfelagnum fyri fólk við autismu, og har hevur hann hoyrt ræðusøgur um foreldur, sum eftir at diagnosan er staðfest, fáa ein faldara og boð um at fara heim og vera góð við barnið. Einki meir!
- Foreldur ganga á knøum frá Mentamálaráð til almannastovu, og mangan er tað bara sum at sláa í eina dýnu. Og hvør orkar tað, tá ið tú júst hevur fingið staðfest, at barn títt ber brek, spyrja Dávur og Sigrun.
Myndatekstur
Signa Vár gongur í triðja flokki, og við síni vøkru útsjónd og blíða sinnalagi líkist hon einari heilt vanligari, fittari gentu. Men hon hevur autismu og lærir ikki á sama hátt sum onnur børn, og foreldrini, Sigrun og Dávur, stúra fyri, hvussu komandi skúlaárini fara at vera.