Fólkaskúlin: Fjórði hvør hevur sálarligar avbjóðingar

Ein kanning hjá Gigni í føroysku fólkaskúlanum vísir, at fjóðri hvør næmingur hevur sálarligar avbjóðingar.

- Út frá skrásetingum, sum skúlaheilsufrøðingar í Føroyum hava gjørt, síggja vit, at nógv tann størsti parturin av børnunum í fólkaskúlunum trívist og hevur tað gott. Tó eru tað 30% av føroysku fólkaskúlanæmingunum, sum liva við ymiskum sárbæri, ímeðan umleið fjórði hvør næmingur livir við trupulleikum ella avbjóðingum, ið kunna ávirka teirra sálarligu heilsu. Tað skrivar Gigni, sum hevur gjørt kanningar í sambandi við heilsuna hjá næmingum í skúlaárinum 2016-2017. 

 

- Um vit hyggja at sárbæri hjá næmingum, so er tann størsti parturin í hesum sambandi tengdur at foreldraskilnaði, nevniliga heili 20% av teimum næmingunum, sum blivu kannaðir, skrivar Gigni. 

 


Víðari siga tey, at um man telur tølini saman fyri tær avbjóðingar, sum onkursvegna ávirkað sálarligu heilsuna hjá fólkaskúlanæminginum, so er talan um umleið fjórða hvønn næming.

 

 

- Tølini sum eru skrásett vísa, at 24% av næmingunum antin ikki trívast, eru einsamøll, verða happaði, hava møguligt tunglyndi og etingarólag. Her skal eisini takast hædd fyri, at tað, hetta farna skúlaárið, ikki er nágreiniliga skrásett, hvussu mong uppliva angist, sorg o.a., sum eisini ávirkar sálarligu heilsuna. Hesi eru her ein partur av tí, sum eitur annað, sum hetta skúlaárið telur 6%, skrivar Gigni.