Fólkaskúlin: Turt kjøt, skerpikjøt og annað

Frits Johannesen

Øll hava sínar meiningar um skúlan og læraran. Skúlin er eins og seyðurin. Flestu føroyingar vita, hvussu gott turt- ella skerpikjøt smakkar, og vita eisini, hvussu vánaligt kjøtið kann vera. Hví kjøtið hevur ymiskan smakk, er ilt at siga. Helgi í Brekkunum, lærari og røktingarmaður, gjørdi sínar royndir við seyði fyri at fáa meira og betri kjøt í fleiri ár og kom til skilagóðar niðurstøður hesum viðvíkjandi. Av royndum, sum hann hevði gjørt í fleiri ár, fekst at vita, hvat vit kunnu gera fyri at fáa góðskuna betri á kjøtinum.

Nú er tað kanska ikki rætt av mær at fara í skerpikjøtið at samanlíkna tað við fólka-skúlan. Jú, har er ein rúgva av kjøti, sum dartar inn og út hvønn tann einasta dag. Børnini skulu lyftast og lættast á rættargarðinum – í fólkaskúlanum dag og dagliga, og metingin er kanska báðumegin við gott og ringt.

Tað, sum eygað ikki hevur sæð, og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað. Skúlin er tað besta vit eiga í okkara samfelag. Skúlin eigur at vera sjónligur í okkara tilviti, har vit sum fólk taka hann til okkum og goyma hann innast inni. Skúlans orðingum eiga vit at lurta eftir, taka tær til okkum og lata hetta verða ein ímynd av tí tilfeingi, sum er i skúlanum og gera hetta sjónligt.

Tú ert í tí tóma rúminum við hesum - einsamallur/møll og skal umseta tína hugsan til ein veruleika, sum er í álitum, kunngerðum, lógum og lesiætlan(um). Hetta er vegleiðingin hjá einum fólkaskúlalærara.

Siðbundin fólkaskúlalóg

Fólkaskúlalógirnar, ið vit hava havt í ár so mong, hava verið knýttar at staðfestingum, sum hava ført okkum av stað í t.d. lesing, skriving, málum, støddfrøði og kristni . Hetta hevur verið ímyndin av Føroya skúla, men tað eru ikki hesar greinir, ið avmynda tað tóma rúmið. Onkur segði við meg nú ein dagin um mann , sum lá á deyðastrá, at hann dugdi so væl at rokna, tá ið hann gekk í skúla(barnaskúlanum). Ja, tað var stuttligt hjá honum at koma í himmiríkið, at læra okkurt um tað tóma rúmið, so hann og sankta Pætur fóru í holt við okkurt trídimensionelt har uppi í tí æviga tóma rúminum.

Fyri mær tykist tað sum um, at vit við pisakanningini skulu aftur í ein krók í skúlanum og førka okkum eitt sindur í lesing og skriving. Tað er bara at siga við lærararnar at díkja eitt sindur meira á og fáa børnini at lesa og skriva eitt sindur meir, so er hetta komið upp á pláss.

Haldi ikki, at vit hava verið nóg dugnalig at avmynda tað rúmliga. Tað var ein vøkur sjón at síggja Vígdis í tí tóma rúminum fyri stuttum í sjónvarpinum. Lívsjáttandi fór hon av stað so vøkur sum ein Barbara og bar landbrimið, havalduna, silvitnið, tær grønu líðirnar, fólkið, familjuna og seg sjálva í rørslum, sum fóru í hvønn kvist í Føroyum og aðrastaðni við. Eitt listaligt bragd. Hetta gav okkum nógv at hugsa um, hvussu henda gentan hevði stríðst fyri at náa hesum máli. Hon gjørdi Føroya land størri. Tað kundu heldur verið latnir fleiri tímar til fimleik (dans) enn í óðum verkum at píska smábarna sinni upp í skúm við lesing og skriving.

Skúlin hevur til ællar tíðir verið eitt siðbundið stað við læru, sum hevur verið knýtt at ávísari tøkniligari, økonomiskari, bíbilskari, vinnuligari og staðbundnari siðmenning.

Bróta upp úr nýggjum

Nú haldi eg, at vit eiga at bróta upp úr nýggjum. Vit eiga at seta høgt lærugreinir, sum hava samband við tað tóma rúmið – fimleikur(ítrótt), dansur, myndlist, tónleikur, drama , arkitekturur og heimspeki. At læra at skriva, lesa, mál(danskt, týskt, eingilskt o.s.fr.) og rokna, kunnu flest fólk gera eftir stuttari tíð. Foreldur hava verið ein góður stuðul hjá børnum í farnum tíðum, og kundu vit latið teimum telduskráir á fløgum, har børnini heima við hús vórðu stuðlað av hesari tøkni t. d. at skrivað og lisið. Eingin ivi er um , at børnini høvdu fingið betri úrslit í hesi gongd samanborið við tað, sum fer fram í dag millum heim og skúla. Hugsi eisini, at hetta hevði fest røtur í barnagørðum, forskúla og frítíðarskúla. Komu síðani í skúlan og fóru í holt við sosialseringar og avmyndaðu tað tóma rúmið í skapandi greinum. Hetta hevði givið okkum eina glóð til dagin, ið mannavitið kundi tikið til sín til gleði fyri so mong.

Nú skulu børn læra betur at lesa og skriva. Og øll eru á gosi. Fá nema við tær skapandi lærugreinirnar. Tað tykist mær sera løgið. Ein pisakanning ger ikki skúlan betur, men eitt gott umhvørvi í lit- og listaskapum lyftir skúlan, men tað verður ikki tikið upp á tungu.

Útbúgving

Nú er at siga, at vit røkka ikki øllum hesum málum við tí útbúgving, íð læraraskúlar geva í dag, tí má vera boð eftir øðrum fólkum, ið kundu tikið um endan í hesi søk. Her skulu vit vísa stórsinni, tí tað er barnið, tað snýr seg um og ikki himmiríkið hjá okkum lærarum. Tað hevði verið vert at hugt, hvussu førleikin er býttur í fólkaskúlanum í dag. Hvussu nógvir lærarar kunnu t. d. undirvísa í myndlist, tónleiki og drama? Hvussu nógvir kunnu undirvísa í t. d. í enskum, føroyskum, støddfrøði og evna- og alisfrøði? Hetta hevði givið okkum eina mynd av kunnleikastøði fólkaskúlans. Vóru lýti í hesum pørtum, átti verið hugt at læraraútbúgvingini og tilgongdini til tær ymsu lærugreinirnar.

Skúlastjórar

Skúlastjórar skuldu havt innlit í tónleik, arkitektur, heimspeki, skaldskap og verið loystir úr skrivstovuarbeiðinum og havt dyggan førleika til námsfrøði og sálarfrøði. Hugsandi kundi verið , at teir høvdu útbúgving á hægri støði.

Skúlastjórarnir hava alt ov stóra makt. Teir eru formenn í námsfrøðiliga ráðnum, skrivarar í skúlastýrinum og hava endaliga orðið at siga, tá ið ein lærari verður settur. Skalt tú gera skúlan sjónligari, so mugu lærarnir hava størri vald. Sum støðan er í dag, ganga vit sum skuggar av okkum sjálvum.

Fólkaskúlalógin, musikkskúlalógin og frítíðarlógin.

Vit hava eina fólkskúlalóg, frítíðarlóg og eina musikkskúlalóg, sum vert er at hyggja at. Eg veit ikki, um hugt verður at hesum lógum saman, tá ið nýggir skúlar verða bygdir. Haldi, hetta kundi verið ein gingin leið, at sett hesar lógargreinir undir ein pott og fingið tað besta burtur úr hesum lógum. Hví ikki t. d. hava musikkskúlan og fólkaskúlan samtíðis? Hetta hevði lyft okkum upp í hæddirnar, har vit eiga at vera, tá ið hugsað verður um tónleik - bæði rytmiskan og klassiskan tónleik. Haldi ikki, at klassiskur tónleikur hevur tað gott í fólkaskúlanum í løtuni. Hetta er eitt annað kjak, men at lyfta og lætta, tað eiga vit at gera, eisini í lógarhøpi. Tað skuldi verið ein natúrligur partur í teimum størru skúlunum, at vit høvdu barnakór, gentukór og hetta var sett á tímaseðilin.

Søga

Søga er ein edilig grein í fólkaskúlanum, sum kann vísa vegin til myndlistasøgu, kristni, tónleikasøgu, skaldskap, arkitektur, filosofi og søgu í sjálvum sær. Kristni skuldi verið strikað sum sjálvstøðug lesigrein. Samkomurnar(heimini) kundu tikið sær av teimum bíbilsku frásagnunum, sum tær eisini gera, meðan skúlin tók sær av tí frumkenda í hesi søk.(t. d. kirkjuligan skaldskap, kirkjulist og kirkjutónleik (bæði nýmótans og klassiskan).

Myndlist
Tað, sum hjarta mítt brennur fyri, er myndlistin. Er søgan edilig, so er myndlistin ikki minni edilig. Henda grein kann geva okkum eina frágreiðing um okkara støðu í tí tóma rúminum. Vit kunnu seta orð á tað tóma rúmið, vit kunnu seta rørslur í tað, vit kunnu gera linjur, flatur, litir, gera skulpturar, relieff, installatiónir, fara inn í telduskráir, sum hava við myndir at gera, grafikk, design, útferðir til onnur lond at tilogna okkum fremmandar myndagerðir í list, drama, tónleiki, sangleiki, livandi skaldskapi o. s. fr., sum alt umrøðir okkara støðu í hesum kosmiska rúmi.

Sum støðan er í dag í samband við myndlist, hoyrir hon til tær samskipaðu lærugrein-irnar, sum eru fimm í tali. Tónleikur, heimkunnleiki, smíð, tilevning og handarbeiði. Hetta var ein góð hugsan, tá ið hetta kom fram, men í roynd og veru hevur hetta verið ein bági fyri t. d. myndlistina. Bara orðingin “Handverk og list” skaðar greinina. Her í hesum hópi er henda grein. Lærarar, myndugleikar og skúlastjórarar brúka hetta hvørt um annað. Tað kann ikki vera meiningin, at ein so edilig undirvísingargrein, skal verða huld í eina orðing, har greinin ikki kemur í ljósmála beinanvegin. Tað hevði verið undarligt í tónleikaheiminum at nevnt øll barokktónaskaldini fyri at koma fram til Bach.

Fyri at gjørt hesa lesigrein sjónligari átti ein listasøga við hugskotum um list(skap, hugskot og treytir) verið frá fyrsta flokki og til og við 10. flokk.. Miðnámsskúlarnir skuldu sjálvandi havt sína listasøgu. Vit kundu býtt hetta upp soleiðis, at Strandaskúli tók sær av 1. flokki, Tvøroyrar skúli av 2. flokki, Skopunar skúli av 3. flokki o.s.fr., so vit fingu gjørt hesa søgu í einum trý ára skeiði. Verður hetta gjørt, skal ein setningur verða skipaður, sum vit skuldu hildið okkum til. Hetta hevði lyft myndlistina upp á tað støðið, har hon eigur at vera og glógva sum ein sjálstøðug lærugrein.

Lítið vita børn um føroyska listasøgu. Hetta er stórt spell. Listin er ein partur av okkara samleika. Tað er henni ferðafólk fara eftir, tá ið vitjað verður á klettunum, tí hon sigur so ómetaliga nógv um okkum sum fólk. Hugsi eisini, at vit høvdu fingið nýggj skap í listina, men hava fólk hug at mála postkortlist(kvøldskúlin), so skulu tey gera tað, tað er so ein partur av okkara fólkamentan. Men at leggja eina nýggja ál aftur at myndlistini, eiga vit at royna við hesum, sum nevnt er. Tað er her, ið fatanin av myndini kemur til sín rætt. Hetta er broytt so tað munar tey síðstu árini, serliga tey ungu, hava eina øðrvísi fatan av myndini. Hví kann skúlin ikki liggja frammanfyri heldur enn at tøva í siðbundnum afturhaldi? Tá ið tú nevnir hetta fyri teimum tilkomnu, yppa tey øksl og koma við einum orðafloymi av óviðkomandi møsni. Vit vaksnu eru ov aftarlaga.

Kjøtið

Eg byrjaði við kjøtinum. Løgið er tað, at kring tann víða heim avmynda listafólk kjøtið í dag eins og við byrjan í fyrru øld. Kjøtið er tað, ið fer til grundar – men avmyndar hóast tað æviga í listini – tað sum ikki er, tað er. (Santus hjá Hans Marius Ejdesgård – lesið søguna!!!!)

Nógv kjøt er í fólkaskúlanum, og alt hetta kjøt fer til grundar ein dag, men trist er tað, tá ið næmingar gerast navnleysir forbrúkarar í hesum tóma rúminum. Eg haldi, at vit sum undirvísarar eiga at fyrbyrgja hesum, og myndlistin er eitt gott amboð, at tað ikki verður svá. Helgi í Brekkunum fann útav eini tilgongd til gott hagakjøt, og nú mugu vit fáa eina nýggja skipan, so vit fáa ein øðrvísi skúla so kjøtið verður gott.