Fólkaskúlin undir luppin

Í morgin fara landsins kosnu at viðgera fólkaskúlan á hægsta stigi, tá aðalorðaskifti verður um skúlan

Í morgin, týsdag, verður aðalorðaskifti í tinginum um fólkaskúlan. Í hesum sambandi hevur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, lagt fram eina frágreiðing, har hann kemur við ymsum tilmælum um fólkaskúlan.
Landsstýrismaðurin býtir tilmælini sundur í trý, har hann skilur millum átøk, sum kunnu fremjast beinanvegin, og sum kosta lítið ella einki. Átøk, sum krevja økta játtan, og kanningar, sum taka 1-2 ár at fremja, og síðani átøk, sum krevja longri viðgerðartíð, 3-5 ár ella meira.

Bøta um skúlan
Í frágreiðingini verður borið fram, at PISA-undankanningin vísti, at føroyskir næmingar vóru ikki væl fyri fakliga, samanborið við hini londini í kanningini.
Sagt verður, at landsstýrið hevur sett sær fyri at bøta um hetta. Eitt nú var ein arbeiðsbólkur settur at gera tilráðingar um tiltøk, og í oktober 2006 handaði hesin eitt álit við 45 tilmælum.
- Breið semja er um, at vit eiga at bøta munandi um viðurskiftini í fólkaskúlanum, verður sagt í frágreiðingini frá landsstýrismanninum. Síðani verða nøkur øki reksað upp, og fara vit at nevna flestu teirra her.

Her má vend koma í
Landsstýrismaðurin sigur millum annað, at tað mangan tykist, sum einki fær avleiðingar í fólkaskúlanum. Vánalig uppmøting, ólátaður atburður og lítil virðing fyri arbeiði skúlans hava ført við sær, at vanlig hugsan er, at í fólkaskúlanum ber alt til, einki fær fylgjur. Lærarar og leiðsla standa mangan hjálparleys og vita sær einki til ráða at taka. Her má vend koma í. Leiðslan má fáa heimild at seta atgerðir í verk, so at næmingar kunnu verða vístir til annan skúla ella annað undirvísingartilboð.

Átøk, sum kunnu fremjast beinanvegin, og sum kosta lítið ella einki
Skúli og heim: Foreldur eiga at fáa størri ávirkan á skúlagongdina hjá børnunum, ikki bara gjøgnum skúlastýrini, men tey eiga eisini at kunna skipa seg í floksráð og foreldraráð á hvørjum skúla.

Lesingin: Skúli og heim eiga í samstarvi at skipa fyri, at næmingar lesa í minsta lagi 20 min. hvønn dag. Skúlin eigur í hvørjum flokki at skipa lesibólkar, og lesing eigur at vera partur av undirvísingini í øllum lærugreinum.
Í læraraútbúgvingini eigur eitt kravt evni at vera byrjanarundirvísing í lesing, so at lærarar ogna sær førleika at læra næmingar við ymsum evnum at lesa.
Málið er, at næmingarnir skulu duga at lesa tvey tey fyrstu skúlaárini.

Skúlabókasavnið er ein týdningarmikil liður í at tilogna sær førleika og vitan. Næmingarnir eiga at hava atgongd til skúlabókasøvnini allan skúladagin. Hetta setur krøv til kommunurnar, tí nógv bókasøvn eru smá og ótíðarhóskandi. Skúlabókasavnið skal liggja høgliga fyri í bygninginum, so at næmingar bæði í undirvísingartíð og í fríløtum kunnu brúka tað.

Samanlagdur stovnur: Ætlanin er at skipa Landsmiðstøðina, Skúlabókagrunnin og KT-depilin í ein nýggjan stovn, sum skal vera fakligur og námsfrøðiligur kveikjari fyri skúlaverkið.

Fyrireiking til skúlabyrjan: Til tess at skipa gerandisdagin hjá børnum sum eina heild í sambandi við skúlabyrjanina er neyðugt, at barnagarðar, skúli og frítíðarskúli samstarva. Øll børn eiga at læra skúla og flokslærara at kenna, áðrenn tey koma í 1. flokk.

Átøk, sum krevja økta játtan, og kanningar, sum taka 1-2 ár at fremja
Tímatalið í byrjanarundirvísingini í Føroyum er lægri enn í hinum Norðanlondunum. Hetta kann vera ein av orsøkunum til, at lesiførleikin er verri enn aðrastaðni. Mælt verður tí til at hækka tímatalið í 1. og 2. flokki stigvíst tey næstu trý árini við einum vikutíma eyka hvørt ár.

Serfrøðingar: Mælt verður til, at serfrøðingar verða settir at kanna, hvørjir trupulleikarnir eru í fólkaskúlanum, og at koma við tilmælum um ábøtur.

Føroyskt tilfar: Neyðugt er alsamt at tryggja, at undirvísingartilfarið, sum brúkt verður í fólkaskúlunum, er á føroyskum. Stevnumiðið er, at bæði undirvísingartilfar fólkaskúlans og barna- og ungdómsbókmentir okkara eru á móðurmálinum, og neyðugt er at fáa til vega meira av lætt lesiligum bókum.
Mælt verður til, at játtaður verður peningur til at gera undirvísingartilfar til fólkaskúlan í øllum lærugreinum og evnum á móðurmálinum. Játtanin eigur at verða hækkað við 6 mió. kr. í einum trý ára skeiði. Hetta er 2 mió. kr. um árið.

Eftirmetingar: PISA-arbeiðsbólkurin mælir til at seta eftirmetingarskipan í verk. Skúlin, foreldur og myndugleikar fáa við hesum eina góða mynd av, hvussu støðið í flokkinum og hjá tí einstaka næminginum er í mun til tað, sum kravt verður sambært galdandi ásetingum.
Allir næmingar skulu til roynd. Tað skal ikki vera eitt val, men eitt krav. Mælt verður til, at skrivlig fráfaringarroynd verður í enskum í 9.flokki. Mælt verður til, at skipað verður fyri landsroyndum í føroyskari rættskriving/stíli, støddfrøði, lesiførleika og náttúrulærugreinunum í 4. og 6. flokki. Umframt fráfaringarroyndir og landsroyndir verður eisini mælt til at seta í verk støðuroyndir í 3., 5. og 7. fl.
Harumframt verður mælt til, at diagnostiskar royndir í lesing verða gjørdar bæði til 1. og 2. flokk.

Lesiætlanir: Treytin fyri, at hesar eftirmetingar verða settar í verk, er, at lesiætlanirnar eru málrættaðar. Lesiætlanirnar verða dagførdar í tráð við broytingarnar.

Málkanningar: Mælt verður til, at TRAS (Tidlig registrering af sprogudvikling) verður sett í verk í barnagørðum 1. august 2007.
Leiðsla: Mælt verður til framhaldandi at geva leiðslunum á skúlunum møguleika fyri at eftirútbúgva seg, og at eisini onnur við leiðsluførleika og námsfrøðiligari útbúgving enn bara fólk við fólkaskúlalæraraútbúgving kunnu gerast skúlastjórar í fólkaskúlanum.

Lærarin: Nýggj lærara- og pedagogútbúgving verður sett í verk frá 1. aug. 2008, og skipað eftirútbúgving verður sett í verk.

Átøk, sum krevja longri viðgerðartíð, 3-5 ár ella meira.
Kommunurnar: Mælt verður til, at fólkaskúlin verður lagdur til kommunurnar at umsita. Um skúlin ikki verður lagdur út til kommunurnar, so verður mælt til, at tað í framtíðini verða skipað skúlaøki við einari meginfyrisiting og einari økisfyrisiting.

Royndarverkætlan: Mælt verður til at skipa eina royndarkommunu, sum tær heimildir, sum ætlanin er at lata allar kommunur fáa, tá ið skúlin verður lagdur út. Her skulu lærarar og pedagogar samstarva um tey 6 ára gomlu. Tá ið henda royndartíð er farin, verður málið tikið upp til nýggja politiska viðgerð og støðutakan.

Atferðartruplir næmingar: Í PISA-undankanningini upplýsa næmingarnir, at ófriður mangan valdar í tímunum, so tað darvar undirvísingini. Har eru læruumstøðurnar ikki nøktandi. Ofta stendst ófriður júst í hesum flokkum, tí at atferðartruplu næmingarnir hava sum heild vána bindini og arbeiðslag. Um bøtt verður um henda trupulleika, verða samstundis nógvir av trupulleikunum í dagsins skúla loystir. ATT-børn: Atburður, Tilknýti og Trivnaður. Mælt verður til, at ATT-lærarar verða settir at ráðgeva og hjálpa til í flokkum, har næmingar við atferðartrupulleikum eru, og at peningur verður játtaður til øðrvísi undirvísingartilboð.

10. flokkur:Mælt verður eisini til at viðgera hesar spurningar: Hvussu kann skiftið millum fólkaskúla og miðnám gerast smidligari? Hvussu kann 10. flokkur málrættast til teir næmingar, sum veruliga hava tørv á hesum skúlaári? Hvussu fáa vit 10. árgang skipaðan í størri eindir við samstarvi við vinnu- og miðnámsútbúgvingarnar og frítíðarundirvísingina? Ella skal 10. flokkur takast av?

Mentanararvur: Álagt verður øllum skúlum at syngja meira við børnunum og miðvíst at læra tey sálmar, sangir og kvæði, soleiðis at hesin mentanararvur okkara ikki fer fyri skeyti.

KT-førleiki: Mælt verður til, at KT-førleikin hjá øllum lærarum verður dagførdur, og at hetta verður ein sjálvsagdur partur av læraraútbúgvingini.

Happing: Allir skúlar skulu gera trivnaðarætlanir, sum skulu fata um ítøkiligar mannagongdir í sambandi við happing. Eisini eiga skúlarnir at hava ábyrgdarpersónar, sum skulu taka sær av hesum arbeiði, og umstøður skulu veitast lærarum til eftirútbúgving.





--


FAKTA::

Samanberingar í tímatalinum í 1. – 7. flokki
Niðanfyri er sett upp minimun klokkutímatalið í ymsu londunum.

Talva 1
LandKlokkutímar 1. – 7. fl.
Føroyar5494 (4930 uttan danskt)
Danmark5160
Noreg4930
Svøríki6156
Ísland5100
Finnland4788


Talva 2
LandKlokkutímar 1. – 3. fl.
Føroyar1782 (1693 uttan danskt)
Danmark2060
Noreg1871
Svøríki2318
Ísland2040
Finnland1795,5