Fólkatalið at kalla tað sama

Fólkatalið í Føroyum broyttist ikki nógv í fjør Á nýggjárinum búðu 48.455 fólk í Føroyum, og tað merkir, at fólkatalið vaks bara við 134 í 2007.

1.624 fólk fluttu av landinum í fjør, og tey vóru 160 fleiri enn tey, sum fluttu til Føroya. Í 2007 blivu 670 børn fødd í Føroyum, og 376 fólk doyðu.

Tórshavnar kommuna er nógv tann størsta kommunan í landinum. Har búðu 19.434 fólk nú um ársskiftið. Fugloyar kommuna er tann minsta. Har eru 43 fólk skrásett.