Fólkatingsmaður talar at

Óli Breckmann, fólkatingsmaður, mælir til at evropeiski sáttmálin um minniluta- og landspartamál ikki fer at galda fyri føroyska málið

Óli Breckmann er samdur við landsstýrið, sum áður hevur mælt til, at føroyskt verður undantikið, tá Fólkatingið staðfestir málsáttmálan í næstum.

Hetta ger hann greitt í brævi til Niels Helveg Petersen, uttanríkisráðharra.

Tað fer ikki at gagna málinum, at ein avgerð verður tikið, sum ávirkar Føroyar uttan at orðaskiftið hevur verið um spurningin og støða er tikin til hann í Føroyum, ger Breckmann vart við.

Undanfarna landsstýrið játtaði, at evropeiski sáttmálin um minniluta- og landspartamál fær gildi í Føroyum. Málið hevur ikki verið viðgjørt í Løgtinginum.

Danska stjórnin roynir nú at finna eina semingsloysn, sum landsstýrið kann góðtaka. Loysnin, sum embætisfólkini hava arbeitt við, er at fáa staðfest at føroysk er høvuðsmál í Føroyum.

Sambært skránni hevur Fólkatingið 1. viðgerð av málinum í morgin.