Fólkatingssessurin er fuglur á takinum

Tórbjørn Jacobsen tekur ikki støðu til, um hann fer at møta á fólkatingi fyri Magna Arge, fyrr enn spurningurin verður aktuellur í fólkatinginum

Tórbjørn Jacobsen tekur ikki støðu til, um hann fer at møta á fólkatingi fyri Magna Arge, fyrr enn spurningurin verður aktuellur í fólkatinginum.

 

– Eg tími ikki at brúka tíð og orku uppá hatta vikariatið í Fólkatinginum. Til tað havi eg ov nógvar góðar og ringar royndir frá einum drúgvum politiskum lívi.

 

Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, brogarstjóri í Runavík, sum allarhelst fær í boðið at røkja fólkatingssessin fyri Magna Arge, sum ætlar sær í farloyvi úr Fólkatinginum í heyst fyri at røkja løgtingssessin.

 

Magni Arge er varamaður fyri Høgna Hoydal, sum varð valdur í fólkatingið í juni í fjør. Tjóðveldi hevur, eins og Javnaðarflokkurin, gjørt av, at sami persónur ikki skal røkja fólkatingsess og løgtingssess. Tey næstu trý á listanum eru øll landsstýrisfólk, og tey kunnu ikki røkja sessin.

 

Annita á Fríðriksmørk er nummar seks á listanum. Men hon er forkvinna í tingbólki Tjóðveldis á tingi, og hon segði við in.fo fyrradagin, at hon tekur løgtingsessin fram um fólkatingsessin.

 

Sum nummar seks verða tað tí boð eftir Tórbjørn Jacobsen. Men hann kann ikki røkja sessin uttan loyvi frá Runavíkar kommunu, har hann er borgarstjóri.

 

– Appropos vikariatið á Fólkatingi, sum tit hava skrivað um, so kann, ikki tær at siga, nógv henda á politiska pallinum í 2-3 mánaðir, sum broytir hesa støðuna munandi, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

– Hesir leysu fuglarnir, sum nú sprakla og brestast á takinum á Christiansborg, bara av eini tilvildarligari viðmerking á Facebook hjá einum vikarierandi fólkatingsmanni, skapa ikki órógv í mínum politiska hugaheimi.

 

– Ein samgonga kann slitna, eitt politiskt óheppið landsstýrisfólk kann brúka hendan sessin sum ventil, fyri at sleppa út úr egnum ministeriellum ruðuleika og tað kann nú eisini vera, at viðmerkjarin, vikarierandi fólkatingsmaðurin, saðlar um og verður sitandi.

 

Tórbjørn Jacobsen ger tí greitt, at hann ikki tekru støðu til spurningin um fólkatingssessin fyrr enn Fólkatingið er farið niður ígjøgnum listan av valevnum hjá Tjóðveldinum.

 

– Og ikki fyrr enn fólkatingið av órannsakiligum orsøkum eventuelt steðgar hjá mær, tí at hini hava borið seg undan. Men sum sagt, í løtuni er spurningurin so mikið hypotetiskur, at ongin grund er til at taka eina støðu um, hvønn veg ein fuglur á takinum skal flúgva, er hann longu flogin, tá ið tað kemur til skarpskeringar, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Næst á listanum eftir Tórbjørn Jacobsen er Óluvá Klettskarð. Hon sigur við in.fo, at hon tekur av, um boð verða eftir henni. Men tann avgerðin verður at bíða eftir støðuni hjá Tórbjørni Jacobsen.