Valið í Klaksvík:
Nú J. við Keldu er farin at viðgera gleðiliga valið í Vágum, so kann ein ikki annað enn hyggja eftir hansara eygna valdømi.
Sambandsflokkurin gjørdi eisini eitt gott val í Norðoyggjum. Um talan hevði verið um løgtingsval, so hevði Sambandsflokkurin fingið ein mann/ kvinnu valdan. Hetta úrslit er at fegnast um, men tað kundi verið betri. Sambandsflokkurin átti við sínum politikki at kunna ivaleyst fingið 2 fólk vald í Norðoyggjum. Tí okkara politikkurin, hevur nakað at bjóða veljaranum, ið er annað enn tóm orð, ið er eyðkenni fyri dagsins loysingarpolitik.
Serliga í hesum døgum kemur so greidliga fram, hvat serliga Norðoyingar kunnu vænta sær, um loysingarleisturin hjá hesi samgongu verður fylgdur. Hvat fer at henda, um gingið verður í teirri rás, ið Annfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, Heini O. Heinesen hava slóða.
Paralellur: Vágoyggin:
Seinast í 80 unum var tekningin klár. Til tunnilin undir Vestmannasund. Eitt skot varð sprongt áðrenn valið. Beint eftir valið kom fram, at ongin peningur var til taks, og arbeiðið varð steðgað. Øll kenna síðan søguna. Loysingarpolitikkur og vanstýring høvdu rent Føroyar á húsagang. Loysingarflokkarnir royna at geva ríkisfelagsskapinum skyldina, heldur enn at taka í egnan barm. Nú gongur so aftur við strúkandi ferð í ríkisfelagsskapinum, og tunnilin verður skotin ígjøgnum ein av fyrstu døgunum.
Vandi: Loysingin lúrir - við tekningum, men ongum peningi:
Men ein stórur vandi lúrir. Fyri 10 -15 árum síðani sat Tjóðveldi á Landskassanum, ið var við at spreingast av peningi, segðist. Nú situr so aftur Tjóðveldi á Landskassanum, ið aftur er við at spreingast av peningi - sigst. Tá aðrir koma til , hava teir nokk arbeitt uppá sama hátt sum seinast, og tann nógvi peningurin vórðu tóm orð, sum so mangt annað.
Leirvíkstunnilin:
Men nú sær ein onnur tekning dagsins ljós. Ein tekning av eini alneyðugari tunnil um Leirvíksfjørð. Hendan kostar ikki nógv at tekna, men at gera.
Sambandsflokkurin vil, at hendan tunnil skal gerast nú
Loysingarflokkarnir hava við at kvetta Ríkisveitingina við 400 milliónum krónum skaða Føroyar almikið. Verður nú penigur fyri Leirvíkstunnilin?.Verður peningur til at reka Klaksvíkar Sjúkrahús? Verður peningur til alt tað loysingarfólk egna við í løtuni, uttan at vísa okkum eina nágreiniliga hvar peningurin kemur frá? Í Vágum merktu vit á egnum kroppi, at eitt er tekning annað er veruleikin, tá ongin króna er at gera projektið.
Spyr Annfinn Kallsberg, Jógvan við Keldu, Eyðun Eltør, Karstin Hansen og Heina O Heinesen um konsekvensútgreiningar av at ríkisveitingin verður skerd.. Tað er uppá tíðina, at serliga teirra egnu veljarar spyrja, um peningur er til annað enn tekningina. Vit í løgtinginum hava ikki sæð hesar. Og lat teir ikki sleppa undan at svara! Og renna undan ábyrgd - tí tað duga teir væl.
Tí komandi ár er vandi fyri einum halli á fíggjarlógini uppá 70 milliónir krónur. Tá er ikki nógv at byggja fyri, men tvørturímóti skal skerjast - aftur orsaka av politiskum loysingar kleyvaraskapi.
Fast Samband og Sambandsflokkurin hoyra saman:
Tí er okkara greiði boðskapur til Norðoyingar: Loysingin hevur kanska ráð til tekningina.
Vit hava ráð til tekningina og at gera tunnilin. Um loyst verður, so er vandi fyri, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður niðurlagt og at ongin tunnil verður gjørd.. Tí loysingin hevur ein sera álvarsliga trupulleika. Teir hava ongan pening. So einkult er tað. Ein tekning kostar ikki nógv. At byggja kostar ofta almikið og er neyðugt um framburður skal verða.
Jú - minst tveir mans til Sambandsflokkin í Norðoyggjum til næsta val. Tað er tað besta fyri Norðoyggjarnar.
Góð jól.