Fólkið mintist Auken

Plásstrotið inni í kirkjuni á Christiansborg forðaði ikki fólkinum í at minnast Svend Auken á teirra egna hátt í kirkjutúninum mitt í Keypmannahavn í gjár

Tað var ikki pláss fyri teimum í Christiansborgs Slotskirke - teimum  fleiri hundrað, sum stóðu eftir, tá dyrnar inn til kirkjuna vórðu latnar aftur neyvt klokkan 11.00 fyrrapartin í gjár. Onkursvegna tóktust tey heldur ikki at hava væntað sær sess í fínu kirjuni. Og tey varnaðust næstan heldur ikki politistarnar, sum royndu at stúgva tey meir saman, so tey ikki stóðu beint í allari býarferðsluni. Teirra oyru vóru longu vend móti hátalararnum og við eygunum í lítla sangheftinum, tey høvdu fingið, sluppu tey kortini at vera við í minningarhaldinum fyri teirra stóru fyrimynd og sosialdemokratiska oddamanninum Svend Auken.


Kring allan býin sæst Dannebrog á hálvari stong, men allan vegin upp gjøgnum kirkjutrappurnar standa ernir menn við reyðum fløggum, sum reisa seg hægri og hægri. Ein eldri maður í slitnum bláum frakka heldur fast um flaggstongina við aðrari hondini, meðan hann festir sær í við hinari. Frammanfyri mær roynir ein maður í svartari T-skjúrtu at finna rætta sálmin í sangheftinum. Á rygginum stendur "Skal du passe dig selv, eller skal vi passe på hinanden?" Júst sum hann toyggir seg fyri at síggja betri, steðgar hann á, so hann ikki traðkar á reyðu rósuna, sum liggur við síðuna av eini konu, sum hevur sett seg á fortovið. Hon syngur longu hart við "Hils dig frelser og forsoner", sum nú rungar úr hátalaranum.

So hoyrist røddin á góða vinmanninum hjá Svend Auken og biskoppinum í Århus, Kjeld Holm. Hann syrgir um sín vin og harmast um stóra politikaran, sum fór alt ov tíðliga. Hann roynir at seta orð á nívandi missin við at tríva í  eina yrking hjá skaldinum Tom Kristensen, um at tað er tann, sum hevur megina at tola og bera, sum kann fylla eitt pláss millum tey stóru. Ein slíkur var Svend Auken, sigur vinmaðurin; hann átti eginleikan at tola, ikki fyri egnan vinnings skuld men fyri sakina. Tí tað altíð var okkurt, sum var týdningarmikið, okkurt, sum ikki kundi bíða.

Maðurin í svørtu T-skjúrtuni nikkar stillisliga.


Eina løtu ger brummið frá bilum og bussum  tøgnina ullinta, til klára røddin hjá forkvinnuni í sosialdemokratiska flokkinum mest sum fær fjøldina at hvøkka við.  Eisini Helle Thorning Schmidt tosar um Svend og framtíðina, sum hann ongantíð stúrdi fyri. Um hvussu hon hevur varnast, at Svend Auken hevði eitt serligt pláss í hjørtunum hjá teimum ungu, tí saman við honum kundu tey droyma. "Nú er tað upp til okkum at bera dreymarnar hjá Svend víðari", ljóða inniligu orðini úr hátalaranum.

Løtan er komin at enda. Og meðan yndissálmurin hjá Auken "Morgenstund har guld i mund" ljómar yvir torgið, rassast politistarnir við. Gera seg til reiðar at fáa fólkini at flyta seg, nú kirkjudyrnar fara upp og eitt langt fylgi av fólkatingslimum, politikarum, familju og vinum koma oman gjøgnum trappurnar fram við reyðu fløggunum. Men fína fylgið fær frið fyri mannamúgvuni, sum longu er farin at spjaðast út aftur í býin.  Í staðin halda politistarnir seg nú framat ruðuleikanum av journalistum og myndatólunum, sum tyrpast um fylgið á kirkjutrappuni. 


Og tey eru øll har, konan og børnini hjá Svend Auken, gamli Anker Jørgensen, samankropin og við stavi, Poul Nyrup Rasmussen, Ritt Bjerregaard, og øll hini, sum spældu ein týðandi lut í lívinum hjá farna sosialdemokratinum - og øvugt.

Og øll sleppa tey at minnast hann frammanfyri snurrandi upptøkutólunum við vøkrum orðum, sum fara at fylla sjónvarpstíðindini um kvøldið, áðrenn tey fara víðari ein fyri og annar eftir til torgið er tómt.

Bara uppi á trappuni hómast ein einsamallur eldri maður í slitum bláum frakka, sum baksast við at pakka sítt reyða flagg og stongina niður í eitt langt hylki úr svørtum plastikki.