Fólkini í Mettustovu

Mettustova er eitt tað kendasta hús í landinum. Húsini er gomul, 300 ár, og so hava tey eisini navn eftir eini kvinnu. Umframt eru tey full av søgu um fólkini, sum hava búð har. Henda og komandi partur í hesi røð verður um Mettustovu og ætt hjá fólkinum í hesum søguliga húsi

Tað er ikki altíð, at sigast kann ítøki­liga, hvør ið hevur givið navn til tær ymisku stovurnar. Men vit vita, hvør ið Metta var. Hetta er umrøtt av teimum báð­um Hans Marius Debes og John Davidsen. Takkað verið teimum kann eisini greiðast heilt fitt frá søguni hjá Mettustovu.
Tað eru fleiri boð um, nær Mettustova er bygd. Eitt av hesum er, at hon er bygd millum 1713-23. Tí kann 1713 vera eins rætt og annað, og tískil var 2013 eitt gott høvi til at halda henda 300 ára føðingardagin. Undir øllum umstøðum er Mettustova eitt tað elsta sethús í Føroyum.

Søgan um Mettu
Tað eru fá hús, sum munnu rúma so nógva søgu sum Mettustova. Hann, ið læt húsið byggja, var Jacob Pedersen Debes, sonur Peder Hellesen Viborg, próst, og Elin Jacobsdatter Debes, systir kenda prestin Lucas Debes, sum er høvuðspersónurin í Det gode Haab hjá WilliamHeinesen, sum metir Lucas Debes at vera ímyndina av kristnum dygdum. Hon var prestadóttir úr Stubbekøbing.
Peter Hellesøn átti 21 børn í tveimum giftum, og Jacob Pedersøn Debes var í seinnu giftu.
Jacob Petersen fór til Danmarkar at læra til snikkara. Hann kom heim aftur við danskari gentu, Mette Sofie Clausdatter Møller. Tey trúlovaðust 5. august 1701 og giftust trettandi sunnudag eftir trinitatis, tann 21. september, í Nes kirkju.
Árið eftir fáa tey ein son, og sum tað skilst fara tey tá av aftur landinum.
Komin til Føroya aftur byggir Jacob Mettustovu, sum tá lá í útjaðaranum av Havnar býi, sum tá bert var eitt sløð av húsum úti á Reyni og niðri í Gongini, fólkatalið var høgt roknað 130.
Mettustova var tá í tíðini roknað fyri at vera eitt ógvuliga hábærsligt hús. Sagt var, at eitt hús við bert einum skorsteini ella glugga, har vóru konur fyri innan, var tað eitt hús við tveimum skorsteinum, vóru madammur innan­fyri, men var tað hús við trimum skor­steinum, sótu frúur fyri innan. Mettustova hevur altíð havt tveir skorsteinar. Bert tvey hús í Havn høvdu tríggjar skorsteinar, og tað vóru amtmanshúsini og prestahúsini.
Jacob Pedersøn Debes doyði í 1724 av bróstsjúku, og Metta kom at sita einkja í 28 ár, inntil hon doyði 1752. Húsið var tí kallað »hjá Mettu«, og seinni bleiv tað Mettustova.
Tað hava verið knotur í Mettu. Hóast um­støðurnar ikki vóru góðar, so helt hon seg til tað frægara slagið í Havn, sum John Davidsen tekur til. Hon lat sonin Per ganga í Latínskúlan, og hon leigaði eisini ein sess í næstinnasta stól í kirkjuni undir liðuni á prestaeinkjuni í Norðradali og konu Skovgaard, sorinskrivara. Undir liðuni á henni sat prestadóttirin Anna Margretha, sum nøkur á seinni gjørdist sonarkona hennara.
Sonurin Jørgen Hans doyði ungur. Metta fór til Danmarkar við honum, 14 ára gamlan, at fáa hann settan í læru. Tríggjar mánaðir seinni kemur hon aftur einsamøll, og einki frættist aftur um sonin.
Sum tað skilst kom eitt barn undan, og tað var Per (Peder) f. 1720, rektari við Latín­skúlan í Havn. Hann giftist við Onnu Margretu Petursdóttur, dóttir Havnar prest, Peder Pedersen.
Eftir deyða hansara í 1751 flutti einkjan við 3 børnum teirra inn í Mettustovu. Sjálv doyði hon í 1757, 39 ára gomul, og børnini fóru til skyldfólk at vera.
Fleiri hava undrast á gøtunavnið Perskonu­gøta í Havn, hví konan ikki er nevnd. Sambært John Davidsen so stavar staðar­navnið Perskonufløta júst frá Onnu Margrethu, konu Per, so hetta man vera tað, sum seinni er blivið til Perskonugøta.
Børn teirra vóru: Jákup, f. 1747, deyður av tering í Keypmannahavn, Anna Maria, f. 1748, doyr nýgift í Keypmannahavn í 1780, Metta Sofía, f. 1749, g. v. í 1781 Jógvani Hansen á Myrkjanoyri, nú í Klaksvík.
Ommudóttir hennara var Metta Sofía Michelsen f. 1858. Hon var gift við handils­manni í Árnafirði, Jógvan Joensen, ið nevndur varð Vága Jógvan. Ein dóttir hennara var Johanna, gift við Kristian Jacobsen í Havn, betri kendur sum Ki hjá Bøkjaranum. Johanna kallaði eina dóttur upp eftir ommuni í Árna­firði, Metta Sofía.
Hon er fjórða Metta og sjeynda lið úr Mettustovu. Hon flutti niður og er deyð. Men henda Metta eigur eitt systkinabarn í Árnafirði, Metha Maria. Hon er fødd í 1926 og giftist við John Olsen í Árnafirði. Nú er hon á vistarheimi í Klaksvík. Hon eigur eina ommudóttir, sum eitur Meta, og sum er 40 ára gomul. Tískil er Metta framvegis okkara millum!
Annars er ættin eftir Mettu so stór, at hon telur heilar 24 maskinskrivaðar síður.

Mettustova sum kvinnuhús
Umleið 1770 var Mettustova so illa farin, at hon varð tikin niður og bygd uppaftur. Tá átti Djurhuus próstur hana. Tey nýttu húsini til tilhaldsstað, tá ið tey vóru í Havn.
Synirnir búðu har, tá ið teir gingu í latín­skúlan. Teir vóru Andreas Djurhuus, ið seinni gjørdist próstur, og Johan Djurhuus, ið var upp­sitari á Nes prestagarði, og sum giftist við Mariu Rønning, sum Hans Marius Debes hevur skrivað um.
Marin, dóttir Djurhuus próst, var gift við Gregers Pedersen Müller í Havn. Tey livdu saman sum hundur og ketta. Aftaná bardagar­nar teirra millum plagdi hon at rýma niðan í Mettustovu og var har, til tað lognaði aftur. Tey fóru seinni frá hvørjum øðrum, og eru iva­leyst tey fyrstu hjúnini í Føroyum, ið vórðu fráskild. Eins og tey giftust í kirkju, máttu tey eisini skiljast í kirkjuni við einum serligum rituali, at eitt band, har tey hildu í hvør sín enda varð klipt, og tey fóru so hvør sær út úr kirkjuni.
Um orsøkina til, at tey fóru frá hvørjum øðrum skrivar John Davidsen, at hann hevði ynskt at hava eftirlit við húsarhaldinum, men tað hevði hon sligið upp í glens. Hetta kom so til skarpskeringar, tá ið hann ein morgun hevði kravt av henni lyklarnar til loft, hjall og kova. Men hon gav seg ikki, og so mátti tað enda sum tað gjørdi. Kanska var Marin fyrsta stríðskvinna fyri kvinnurættindum, sum vit vita um í Føroyum.
Í húsametingini frá 17.8.1784 verður húsið sett til 200 gyllinsvirði í pengum og lýst soleiðis: »Et Hus bestående af 2de Stuer, 2 Kammere, 1 Køkken og 1 Fæhus, 16 Alen lang og 10 Alen bred, ved Huset 1 Kjeld 5 Alen i Firkant, til Huset en Hauge.«

Inger Christine og Johannes Michelsen
Í 1801 búði rektaradóttirin Inger Christine Müller har við manni sínum, Johannes Michelsen, kleinsmiði. Tey áttu eingi børn, men systir hansara Billa átti 10 børn. Jóannes tók elsta systirsonin til lærling og arving, og hesin var síðan róptur Jógvan í Mettustovu. Hann giftist og fekk børn, men sum ofta var, so doyði ættin út.
Jóannes doyði í 1843 og konan í 1845. Nívdur av ringari heilsu seldi Jógvan í 1847 Mettustovu fyri 300 dálar og flutti út á Reyn til elstu dóttrina Ingu Kristinu, gift við einkjumannin Kristin Holm.

Effersøættin kemur inn í myndina
Í 1847 keypir tann tá bert 20 ára gamli Gudmund Effersøe, Mettustovu. Hann var sonur Jón Effersøe, sum var rýmdur úr Íslandi, eftir í 1809 at hava verið við í kvettinum hjá Hunda­dagakonginum, Jürgen Jürgensen.
Í Føroyum giftist hann við Susanne Olesdatter í Vestmanna. Tey fingu níggju børn, og fleiri teirra og teirra børn komu at fáa stóran týdning fyri okkara samfelag.
Fýra ár eftir at hava keypt Mettustovu giftist Gudmund við Katrinu Müller, systir sýslumannin H.C. Müller, og tey fluttu til Suðuroyar, har hann fekk starv sum sýslumaður, men hann átti framvegis húsið.
Foreldrini og tríggjar ógiftar systrar vóru eftir í Mettustovu og tey doyðu út haðani.
Men Mettustova gjørdist eisini tilhaldsstað hjá Effersøættini, har nógv teirra komu at bú­leikast, ikki minst eftirkomarar hjá Gudmundi.
Her eru nógvir, sum eru ein partur av okkara søgu. Teirra søga er fyrr skrivað í hesi røð og í røðini Hendur ið Sleptu. Her kunnu nevn­ast Rasmus og Poul Effersøe. Tann fyrri var roknaður fyri at vera faðir at tjóð­skapar­rørsluni, meðan Poul hjálpti beiggja sínum, Oliver, alt hann kundi at leggja fótonglar fyri hana.
Pápabeiggi teirra Oliver Petreus er mill­um annað kendur fyri sína luttøku í danska herinum í krígnum móti Týsklandi í 1864. Um­framt hetta eru tað systrarnar Josefina, Vilhelmina og Henrietta, sum høvdu móta­handil í Mettustovu, og sum eisini fitt er skrivað um.

Kvinnufelagið
kemur inn í myndina
30. mars 1918 keypti Tórshavnar kommuna Mettu­stovu frá Effersøeættini fyri 1.600.- kr., tó so, at systrarnar Effersøe skuldu eiga inni­vist, so leingi tær livdu. Síðsta teirra, Vilhelmina, doyði 5. mars 1923, 87 ára gomul. Anna Sofía Davidsen av Signabø hevði verið arbeiðs­kona í Mettustovu frá sínum ungu døgum, og hon doyði út haðani 3. september 1937, 78 ára gomul.
Annars minnast eldri havnarfólk, at upp til 3 familjur búðu í Mettustovu í senn, meðan kommunan átti húsini.
Hans Marius gav kanska stoytin
Í 1955 hevur Hans Marius Debes eina frásøgn um Mettustovu í Jólastjørnuni. Tað tykist, sum at høvið til, at hann skrivar hesa grein er tíðindi um, at Mettustova skuldi rívast niður og skrivaði hann m.a.
»Tað er bæði synd og skomm at bróta niður hetta frálíka gamla søguríka húsið, sum liggur har úti á Reyni sum ein perla í gulli, sum eitt minni um gamla tíð, sum ikki kemur aftur, men sum vit eiga at varðveita«.
Hans Marius hevði spurt um orsøkina fyri hesi ætlan og hevði fingið at vita, at húsini vóru í so ringum standi og tørvaðu stóra um­væling.
Hann helt fyri, at hevði tað verið í øðrum londum, so hevði húsið verið friðað í klassa A og nýtt sum ein turistattraktión. Hetta vónaði hann fór at henda við Mettustovu, ið er eitt av Føroya elsta og søguríkastu húsum, ja, ein sannur kulturskattur, ið eisini minnir um gamlan føroyskan bygningsmáta.
Tað er tíbetur eisini tað, sum hendir:
4. juni 1956 samtykti ein eykaaðalfundur í Kvinnufelagnum at ogna sær Mettustovu og seta hana í stand. Kvinnufelagið keypti hana fyri 1 krónu. Hon stóð at detta niður, og ikki fyrr enn í 1961 var hon so fræg, at hon kundi brúkast til fundir. Tað er óneyðugt at siga, at her hevur nógv orka verið nýtt.
Í 1990-unum varð Mettustova aftur um­væld, og hon stendur sum eitt prýði í gomlu havnini.
Her hevur Kvinnufelagið sínar fundir, og hon kann eisini leigast til tiltøk.

Íslendski fíggjarmálaráðharrin í ætt við Effersøe
Tey eru mong, sum vitja í Mettustovu, eisini fólk av Effersøeættini.
Tann seinasti Effersøe, sum hevur vitjað Mettustovu er íslendski fíggjarmálaráðharrin Bjarni Benediktsson, sum var í Føroyum fyrsta vikuskifti í november.
Hann hevur tað samband við Føroyar, at ein forfaðir hansara, Petur, var beiggi Jón Effersøe. Hann hevði undan vitjanina ynskt at fáa meira at vita um sína føroyska ætt.
Jørgen helt, at tað skuldi verið ráð fyri tí. Tískil var skipað fyri eini samkomu, har eg hevði fingið til uppgávu at greiða ráð­harra­num frá stórt sæð tí, sum eina slíka løtu kundi sigast frá um hesa hansara ætt. Samstundis fekk hann ein hóp av tilfari um ættina.
Síðan var vitjað í Mettustovu, sum hann var hugtikin av. Aftaná var farið í gamla kirkju­garð á Svínaryggi, har Bjarni vitjaði grav­ir­nar hjá teimum av ættini, sum eru jarðað har. Tey eru heldur ikki so fá.
Tískil fór Bjarni Benediktsson aftur til Íslands við munandi størri kunnleika um sína ættarsøgu enn hann hevði frammanundan.
Millum annað er útvegað honum ein ættar­talva, sum vísir, at Effersøeættin kann førast aftur til Grím Kamban, fyrsta niðursetumann í Føroyum, og Skallagrimur Kvøldulfsson, sum var fyrsti landnámsmaður í Íslandi. Ein kendur forfaðir var eisini søguskrivarin Snorri Sturluson.
Henda ættartalva er grundarlagið fyri kom­andi part, her tað eisini verður greitt frá fleiri av forfedrunum hjá Effersøe­fólk­unum.