- Tað var faktist púra natúrligt at eg fekk áhuga fyri fótbólti, greiðir ÍF-mamman frá.
Henda ítróttargreinini hevði stóran áhuga í bygdini. Og tá so ein av hennara egnu, miðlingurin Símun Eliasen fór at spæla fótbólt, visti hon hvør hennara uppgáva var. Og varð.
- Hann vildi bara hava meg við, allastaðni har sum teir fóru at spæla dyst - óansæð um tað var á plenuni her í bygdini ella vit fóru av bygdini.
- Og tað bleiv so heldur ikki “betri”, tá tann yngri beiggin, Hanus fór at spæla fótbólt. Men eg havi havt nógvar góðar løtur í hesum arbeiðinum, sigur Hildigarð Eliasen, sum upprunaliga er ættað úr Lamba.
Nú eru teir báðir vaksnir menn, men áhugan fyri fótbólti hevur hon ikki slept. Hennara arbeiði er nú meiri handan leiktjøldini, sum peningarøkil og samskipari.
Millum mongu uppgávur hennara er hon, at fáa dómaraseðlar frá teimum yngru deildunum sendar til Fótbóltssambandið, fáa skjølini til bókhaldaran í felagnum og gjalda rokningarnar rættstundis.
- Mær dámar hetta arbeiðið, sigur Hildigarð Eliasen, sum drívur á, hóast hon er farin nakað um tey seksti árini.
Ein nevnd í fýra
Fyri 14 árum síðani fór Hildigarð sjálv virkin upp í fótbólt. Hetta árið gjørdist hon partur av nevndini í ÍF.
Um hetta mundið var arbeiðið í nevndini rættiliga umfatandi, tí ein skuldi hugsa um ymiskan ítrótt: Her var í fyrsta lagi talan um fótbóltin, men tey skuldu samstundis taka sær av so ymiskum ítróttargreinum sum flogbólti, kappróðuri og badminton.
Men fyri tveimum árum síðani varð nevndin umskipað í fleiri deildir. Og her var heilt natúrligt, at Hildigarð gjørdist partur av fótbóltsdeildini, sum ikki óvæntað fekk navnið ÍF-fótbóltur.
- Arbeiðið varð so nógv, at tað var hildið rættast at skipa tær ymisku greinarnar í hvør sína deild. Samstundis var tað eisini eitt krav frá FIFA (heimsfelagsskapurin hjá fótbóltinum, blaðm.) um at hava ein serstakan roknskap fyri fótbóltsdeildina, greiðir Hildigarð frá.
Formaður í hesi deildini er kendi ÍF’arin Ólavur Larsen, meðan Hildigarð er peningarøkil og annars samskipari hjá felagnum, við hundraðtals ymiskum uppgávum.
Góðir stuðlar
Vodafone-liðið hjá ÍF hevur fingið eina hampiliga byrjan í ársins kapping. Teir liggja nú við fýra stigum á 6. plássi, eftir at teir mánakvøldið taptu 0-1 ímóti B68 á Toftum.
Liðið hevur fingið sær góðan styrk til hetta kappingarárið, við m.a. Jákupi Mikkelsen í málinum og Rógva Jacobsen í álopinum. Hóast úrslitini á vøllinum kunnu skifta, so er kortini greitt, at peningur skal í kassan hvønn einasta dag fyri at kunna reka eitt slíkt umfatandi felag.
Ein av mongu uppgávunum hjá Hildigarð er júst at gjalda rokningar, og gera sítt til at fáa stuðlar til felagið. Sjálv sigur hon seg onga orsøk hava at klaga um stuðulin til felagið:
- Nei, eg kann ikki lata illa at. Tað er sjáldan at tú fært eitt nei. Men sjálvandi - onkutíð vænta vit at fáa góðan stuðul frá onkrum, men fáa kanska eina minni upphædd enn vónað.
- Soleiðis sum tíðirnar hava verið, er tað einki at siga til. Hetta mugu vit bara liva við, sigur bjartgskygdi peningarøkilin í ÍF-fótbólti.
Ættarlið
á ferð
Í sínum drúgva lívi sum “fótbóltsmamma” hevur Hildigarð ferðast nógv runt um landið við ÍF’arunum.
- Eg havi møtt nógvum fólkum á hesum túrunum og vit hava nógv minnir. Og so má ein sjálvandi ikki gloyma, at vit eru saman sum familja í hesum prosjektinum, sigur hon við brosi á kinn.
Hóast hennara dreingir nú er vaksnir, er tað framvegis so, at nógv fólk brúka nógva tíð at ferðast saman við fótbóltsfeløgunum kring landið.
- Hetta hava verið sera góð ár. Nú er hugaligt at síggja, at ommurnar fylgja við ommubørnum sínum. Jú, tað er stuttligt, at tær framvegis vilja fylgja við, sigur Hildigarð.
Alt fór upp
at geila
Dagin fyri samrøðuni við Hildigarð Eliasen hevði ÍF spælt heimadyst ímóti EB/Streymi.
Meðan spælarar, áskoðarar og onnur hugsa meiri um spæl og dyst, so hevur Hildigarð havt nógvar ymiskar uppgávur frammanundan dystinum. Summar síggjast. Summar síggjast ikki. Ein teirra sum sæst - og sum merkist - er kaffisølan.
Út á seinnapartin vóru hon og onnur longu farin undir at gera klárt til sølu av kaffi og køkum undir dystinum. Tær matgera í skúlakøkinum. Klokkan 4 fór fyrsta kannan útá.
- Aftaná skal alt ruddast av, tí skúlin skal brúka køkin dagin eftir. So eg var faktist ikki við hús aftur, fyrrenn klokkan gekk til 10.
Men hvat ger tað, tá man fær javnleik ímóti einum av góðu liðunum í deildini. Tað gjørdi heldur ikki støðuna verri, at javnandi málið varð skotið í allarseinastu sekundunum av dystinum.
- Tá fór alt um at geila og rópa. Tað var fantastiskt.