ÍF og BankNordik leingja stuðulssamstarv

ÍF og BankNordik leingja stuðulssamstarvið við 2 ára sáttmála.

 

BankNordik hevur verið stuðul hjá ÍF seinasta árið, og samstarvið millum bankan og ÍF má sigast at hava borið ávøkst. Fuglfirðingar hava staðið seg ógvuliga væl í Effo deildini, og ikki síðani 1979 hava úrslitini verið so góð sum í ár. ÍF hevur verið millum fremstu liðini alt kappingarárið, og farna vikuskiftið kappaðust EB/Streymur og ÍF sum kunnugt um FM heitið.

 

Ólavur Larsen, formaður í ÍF, er sera fegin um, at felagið hevur longt sáttmálan við BankNordik.

-Vit eru bæði glað og errin av, at vit hava fingið henda nýggja sáttmála í lag. Hjá einum ítróttarfelag sum okkara er tað av stórum týdningi at hava dyggan stuðul uttanífrá, og BankNordik hevur verið ein sonn fragd at samstarva við. Vit takka fyri álitið, ið bankin við nýggja sáttmálanum vísir felagnum, og vit fara at gera okkara ítasta til at liva upp til hetta álit, sigur Ólavur Larsen.

 

BankNordik fegnast eisini um stuðulssamstarvið, og bankin vónar, at tað kann vera við til at styrkja ÍF og arbeiðið, sum felagið ger fyri børn og ung í økinum.

-Tad er sera gleðiligt at síggja, hvussu væl farna árið hevur eydnast hjá fuglfirðingum, og tað er okkara vón, at vit við longda stuðulssáttmálanum framhaldandi kunnu styrkja góða arbeiðið í felagnum, sigur Tór Verland Johansen, marknaðarleiðari í BankNordik.

 

Mynd: Avtalan varð undirskrivað á ÍF veitsluni leygardagin. Á myndini síggjast Leivur Højgaard og Ólavur Larsen(t.h).