Undan Ólavsøkuni var størsti FM spenningurin tann millum 5-mannaførini við dreingjum. Tað var møguleiki fyri, at teir í Rituni norðan úr Sundi kundu hótta fremsta plássið hjá vinmonnunum í Klaksvík, men tað megnaðu teir ikki.
Fípan Fagra legði seg skjótt á odda, og dreingirnir úr Klaksvík megnaðu væl og virðiliga at halda tørn um vinnaraplássið. Á málinum vóru teir eina bátslongd undan Rituni, sum aftur var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Blik av Argjum, sum í fjør var FM vinnari.
Dreingjunum umborð á Fípuni Føgru verður ynskt hjartaliga tillukku við FM heitinum og sigrinum á Ólavsøku.
Sigurin hjá dreingjunum úr Klaksvík á Ólavsøku var merkisverdur. Hetta var fyrsta ferðin, at teir vunnu FM, síðani tað í 1973 varð farið at kappast eftir galdandi skipan. Tað vil siga síðani, at 7, 5, 4, 3, 2 og 1 stig fóru at verða lutað bátunum fyri 32 árum síðani.
Frammanundan frá 1964 og fram til og við 1972 varð skipað fyri serligum FM róðri eftir Ólavsøku. Oftast varð kappast á Skálafjørðinum eina ferð í august. Í fyrstu kappingini í 1964 vunnu dreingirnir í Fípuni Føgru.
Sigurin hjá Fípu dreingjunum var eisini merkisverdur á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin í 56 ár, at dreingir úr Klaksvík vunnu á Ólavsøku. Í 1949 vann Fípan Fagra á Sílinum. Tá vóru tað bara hesir báðir bátarnir, sum tóku lut. Síðani hevur Fípan Fagra ongantíð vunnið á Ólavsøku.
Kappingin um triðja plássið var rættuliga tøtt. Hon stóð millum bátarnar hjá HR og Argja Róðrarfelag. Blikur var bestur í tí kappingini, men Sílið, sum legði bragdliga fyri og vann í Sundalagnum, tryggjaði sær bronsumerkini.