Fær avleiðingar fyri kollfirðingar

? Arbeiðsmenn í Kollafirði vilja ikki upp í Havnar Arbeiðsmannafelag.Tað fer at fáa avleiðingar, sigur Karl Johansen, formaður í havnar Arbeiðsmannafelag

 

Fakfelagsstríð

? Vilja arbeiðsmenn í Kollafirði ikki melda seg úr Føroya Arbeiðarafelag og koma uppí Havnar Arbeiðsmannafelag, fer tað sjálvsagt at fáa avleiðingar.

Tað sigur Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.

Hann sigur, at nú Havnin og Kollafjørður eru løgd saman, kann tað ikki góðtakast, at Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag ikki eisini meldar seg uppí Havnar Arbeiðsmannafelag.

?Skulu teir framhaldandi verða limir í Føroya Arbeiðarafelag, koma vit at hava tvey feløg, sum eru í somu kommunu. Somuleiðis koma vit at hava tvey feløg, sum hava samráðingarrættin til arbeiðsmenninar í somu kmmunu. Og tað kann eisini hugsast, at sáttmálarnir verða ymiskir, og so koma arbeiðsmenn í somu kommunu at arbeiða undir ymsum treytum, og tað gongur ikki, sigur Karl Johansen

Hann sigur tí, at tað fer at fáa avleiðingar, um Kollfirðingar halda fast við sína støðu um at blíva verandi í Føroya Arbeiðarafelag.

? So fara vit sjálvsagt ikki at góðtaka, at kollfirðingar koma til Havnar at arbeiða. Tað fer eisini at fáa avleiðingar, fyri tær tænastur, sum limir í Havnar Arbeiðsmannafelag, gera, og fara at gera í Kollafirði, eitt nú ruskkoyring, busskoyring, kavarudding, o.s.fr., tí tær tænastur fara ikki at halda fram, sigur hann.


Eru ikki spurdir

Karl Johansen fýlist eisini harðliga á mannagongdina í hesum máli.

? Vit høvdu fund við Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðarafelag. Tá upplýstu tey bæði feløgini, at kollfirðingar høvdu ikki tikið støðu til limaskap í Havnar Arbeiðsmannafelag, men at purningurin skuldi leggjast fyri limirnar til avgerðar.

? Men tríggjar dagar seinni, upplýsa tey, at málið varð avgjørt, longu á aðalfundi í oktober.

? Spurningurin er nú, um Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, siga ósatt. Ella um tað er ósatt, at málið hevur verið viðgjørt á aðalfundi. Í hvussu so er, veit eg onki um, at tað var á skránni á aðalfundinum hjá felagnum.

Karl Johansen sigur, at tað einasta, hann vil, er, at málið verður lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag til avgerðar. Sannleikin er tann, at málið hevur ongantíð verðið lagt fyri limirnar í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag og tað heldur hann var tað allarminsta.

Hans Madsen, sum er formaður í Kollafjarðar Arbeiðsmannafelag, sigur at spurningurin er viðgjørdur á limafundi í Kollafjarðar arbeiðsmannafelag og niðurstøðan er, at teir vilja ikki uppí Havnar Arbeiðsmannafelag.