Fýra bøkur frá Bókadeildini

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út fýra bøkur

Tíðindaskriv
······················
Smábarnabøkurnar Ein glaður grísur og Ein fittur fílur eftir Colin & Jacqui Hawkins, barnabókina Samson & Roberto I: Arvurin eftir Rin-Tin-Tei, farbróður eftir Ingvar Ambjørnsen, og Dóttir Skammarans eftir Lene Kaaberbøl, ið er til størri børn.
Ein glaður grísur og Ein fittur fílur eru tvær fittar bøkur, sum tú kanst brúka at spæla tær saman við barninum. Í bókunum eru hol, sum tú kanst stinga fingrarnar ígjøgnum, so grísurin letur við halanum, fílurin við sevlinum, haran við oyrunum og so framvegis. Bøkurnar, ið eru væl egnaðar til tey 0-2 ára gomlu, eru 10 blaðsíður hvør, prentaðar á haldgott papp. Tær kosta kr. 39 í bókabúðunum.
Samson & Roberto er fyrsta bókin um vinmenninar báðar, Samson, ein ógvuliga ljótan hund, og Roberto, ein listinlærdan og svangan frens. Lívið er fátæksligt og keðiligt, til postboðið ein dagin kemur við einum brævi, har tað stendur, at Samson hevur arvað ein farbróður, hann onki visti um. Eftir hetta broytist alt... Bókin, sum er væl egnað til tey 8-9 ára gomlu, er stuttlig, frálíka væl myndprýdd av Per Dybvig við tekningum á nærum hvørjari síðu. Alexandur Kristiansen týddi úr norskum.
Samson og Roberto I: Arvurin eftir Rin-Tin Tei, farbróður er 94 síður, innbundin og kostar kr. 130 í bókabúðunum.
Dóttir Skammarans eftir Lene Kaaberbøl er fyrsta bókin av fýra um Dinu. Hesar bøkur eru millum tær mest seldu í Norðurlondum í dag.
Dina er dóttir Skammar-ans. Skammarin hevur tær gávur, at fólk, ið hyggur í eyguni á henni, kunnu ikki lúgva um, hvat tey hava gjørt ? hvørki fyri sær sjálvum ella øðrum. Tí er javnan boð eftir mammu Dinu, tá ið brotsmenn, ið ikki vilja viðganga, skulu avhoyrast. Dina hevur arvað eyguni á mammuni, so tað er lætt at ímynda sær, at tað er ikki lætt hjá henni at fáa onnur børn at spæla við seg.
Malan Háberg týddi úr donskum. Dóttir Skammarans er 215 bls., og kostar kr. 150 í bókabúðunum.