Fýra bilar í ferðsluóhappi í Leynum

Løgreglan sigur, at beint nú er eitt ferðsluóhapp het við syðra munnan á Leynartunlinu. Talan er um tveir persónbilar, og ein lastbil, sum hava rent saman, men talan er ikki um álvarsligan fólkaskaða, sigur løgreglan. Annars er løgreglan og sjúkrabilur á staðnum.

 

Men har er ógvuliga nógv ferðsla, so løgreglan heitir á bilførar um at koyra varliga og at hava tol.

 

Tað nýggjasta.

Løgreglan sigur nú, at í roynd og veru er talan um tvey ferðsluóhapp á sama stað. Ein lastbilur og ein persónur vóru í øðrum óhappinum, og tveir persónbilar vóru í hinum óhappinum Trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið, men tíbetur er talan ikki um álvarsligan fólkaskaða.

 

Har er framvegis "ferðsluruðuleikið" á staðnum so bilførarar mugu brynja seg við toli, sigur løgreglan. Beint nú er støðan tann, at teir skaddu bilarnir eru fingnir til viks, og ferðslan er so spakuliga komin á glið aftur, tó er bara er koyrandi í aðrari síðuni.