Fýra dystir á skránni

Sjeynda umfar í bestu deildini í fótbólti er á skránni seinnapartin.

Veðrið at spæla fótbólt er frálíka gott. Tað er turt, sól og mest sum stilli. Veðurforsøgnin seinnapartin sigur frá sama veðri: høgætt og lítil vindur, møguleiki fyri onkrum æli og hitin millum seks og níggju stig.

Í gjárkvøldið var oyggjauppgerðin millum Skála og Víking spæld á bygdarstevnuni á Skála. Úrslitið var 1-1, eftir at 1. hálvleikur hevði verið málleysur.

 

Skráin:

EB/Streymur-ÍF: Dagfinn Olsen kl. 15

HB-NSÍ: Lars Múller kl. 15

KÍ-B36: Eiler Rasmussen kl. 15

B71-B68: Petur Reinert kl. 15

 

Í gjár:

Skála-Víkingur 1-1 (0-0)

 

Støðan

EB/Streymur 14 stig

HB 12 stig

B36, NSÍ og ÍF 10 stig

Víkingur 8 stig

KÍ, B68 og Skála 5 stig

B71 4 stig

Víkingur og Skála hava spælt sjey dystir og hini seks dystir.