Tá ið føroyskir keyparar, við Toda Jónsson á odda, keyptu meirilutan av partabrøvunum í Fremad Amager, boðaðu teir frá, at hetta eisini var ein ætlan at menna føroyskan fótbólt.
Ætlanin var at gera danska felagið, sum spælir í næstbestu donsku deildini, til ein klekingardepil fyri ungar føroyskar spælarar, og á henda hátt menna føroyingar, so teir vera meir klárir til avbjóðingarnar úti í heimi.
Nógv mundu ivast í ætlanunum hjá Toda og Fremad Amager við ungu føroysku leikarunum, men longu nú, ein knappan mánað seinni, hevur felagið víst, at teir ætla at gera álvara av ætlanunum. Teir eru nevniliga í samráðingar við fýra føroysk feløg um at knýta fýra ungar leikarar at danska felagnum.
Føroyingar kring alt landið
Teir fýra føroyingarnar, sum væntandi skulu niður til Fremad Amager at spæla, koma úr fýra ymiskum feløgum í landinum. Ein teirra hevur í eitt gott ár verið knýttur at besta liðnum hjá B36. Talan er um offensiva miðvallarleikaran, Johan Ellingsgaard, sum hevur klárað tað sera væl fyri føroysku ungdómslandsliðini og besta liðið hjá B36.
Talentfulli áleyparin hjá KÍ, Páll Klettskarð, verður eisini ein av spælarunum, sum ætlandi fer niður til Fremad Amager. Páll hevur verið á vitjan í útlendskum feløgum fyrr, og um alt vil væl, so verður hann knýttur at Fremad Amager eftir summarsteðgin.
Erling Jacobsen hjá GÍ er triði leikarin, sum eftir ætlan skal til Fremad Amager. Hann hevur eisini verið á vitjan í onkrum evropeiskum stórfelag, og nú fær hann eisini møguleikan at royna seg í Danmark. Hann er offensivur miðvallarleikari, og spældi onkran dyst á besta liðnum hjá GÍ í fjør.
Síðsti spælarin, sum væntandi fer til Fremad Amager, er málmaður. Hann hevur ongantíð roynt seg í bestu føroysku deildini, men hann verður mettur at vera ein framtíðar maður á føroyska landsliðnum. Talan er um skálamannin, Hans Jørgensen, sum m.a. hevur verið á vitjan í enska stórfelagnum Liverpool.
Avtalurnar eru ikki endaliga komnar uppá pláss enn, men eftir ætlan, so vera hesir spælararnir at finna í Fremad Amager eftir summarsteðgin.
Jákup í Stórustovu er umboðsmaður hjá teimum fýra leikarunum, og hann vil ikki gera viðmerkingar til málið.